Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 73

„Havið brennandi kærleika hvør til annan“

„Havið brennandi kærleika hvør til annan“

(1 Pætur 1:22)

1. Kærleikin í hjartanum býr,

setur sín dám á tann, ið trýr,

byggir ímillum brøður brýr,

fløvar í køldu verð.

Latið okkum íðin og glað

spegla tað vakra hjartalag,

Gud vísir okkum dag um dag,

bæði í orð og gerð.

Duga vit at linna neyð,

hjálpa fólki, har vit hitta tey,

gávumild og ikki treyð,

eins og Gudi líkar væl?

Lítillátin liva vit tá,

trúføst og góð at líta á,

skýggja alt sleyg og svikaráð;

vinalig í orð og tal

kunnu kristin liva sæl.

2. Sannan kærleik finna vit har,

eingin fær illmeint aftursvar,

øll hava álit, vita sær

verju og sanna trygd.

Trúgvar vinir gleðast vit um,

kunnu á kristnu møtunum

styrkjast við góðum felagum,

eygleiða sanna dygd.

Ófullkomin synda vit,

tankaloysi elvir mangan split.

Roynið semju, ikki slit,

slíkt Jehova signa kann.

Sannir vinir verða vit tá,

boða í felag alt Guds ráð,

kærleikin hvílir okkum hjá.

Gud fær prís; vit vita, hann

fyrstur sýndi kærleikan.