Sangur 99
Ærið jarðarinnar nýggja kong!
1. Úr øllum heimsins londum
savnar Kristus stóran skara,
hann sendi síni salvaðu
at boða frá og læra.
Ein gleðirík og vøkur sjón,
Guds ríki, sum er sett á stovn,
ber menniskjum troyst og bjarta vón;
Gud Jehova skal tey varða.
(NIÐURLAG)
Ærið Gud, Jehova!
Ærið kongin, Kristus!
Vit vórðu keypt, gjørdust fræls og frí.
Harrin gevi okkum fullkomið lív
á jørðini alla tíð.
2. Vit fagna nýggja konginum,
sum hevur tikið ræðið.
Hann fremur vilja Guds á jørð,
er Friðargevin frægi.
Hann frelsir tey, ið eru trú;
tey deyðu rísa aftur nú,
og øll, sum á foldum fáa bú,
tríva glað í takkarlagið:
(NIÐURLAG)
Ærið Gud, Jehova!
Ærið kongin, Kristus!
Vit vórðu keypt, gjørdust fræls og frí.
Harrin gevi okkum fullkomið lív
á jørðini alla tíð.