Sangur 102
Kom og syng um Ríkið!
1. Ein sangur er, ið prísar frelsu Harrans,
hann hevjar hátt hin Alvalda sum kong.
Hvørt orð ber trúgvum tegnum góðar vónir.
Tak undir, syng við okkum gleðisong!
(NIÐURLAG)
’Kom, tilbið Gud á himli hátt,
syng um Guds son og um hans mátt!
Kom, lær teg nýggja sangin um Guds ríki;
tak undir, syng Jehova navni prís!’
2. Við nýggjum sangi boða vit um Ríkið
og kongin Krist, ið hevur fingið vald.
Ein heiløg tjóð er fødd, sum áður boðað,
hon verður øll sum arvaborin tald.
(NIÐURLAG)
’Kom, tilbið Gud á himli hátt,
syng um Guds son og um hans mátt!
Kom, lær teg nýggja sangin um Guds ríki;
tak undir, syng Jehova navni prís!’
3. Øll eyðmjúk fólk tann sangin kunnu læra,
hann fellur væl og sigur vakurt frá.
Av mongum vørrum borin út um heimin
hann gevur øllum góð og hyggin ráð.
(NIÐURLAG)
’Kom, tilbið Gud á himli hátt,
syng um Guds son og um hans mátt!
Kom, lær teg nýggja sangin um Guds ríki;
tak undir, syng Jehova navni prís!’
(Sí eisini Sl. 95:6; 1 Pæt. 2:9, 10; Op. 12:10.)