Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 70

Dømið um, hvat beinast er!

Dømið um, hvat beinast er!

(Filippibrævið 1:10)

1. Í hesi tíð er neyðugt at kanna

og skilja, hvat ið er satt.

Guds fólk má duga væl á at skyna

og fremja vilja Guds rætt

— hata alt ilt, elska alt gott,

stórt ella smátt,

læra at virða Guds orð og hvønn dag

fáa í lag

íðin at døma, hvat beinast er.

2. Hvat hava vit í huganum fremri

enn fegin dýrmeta Gud

og beina vilsta seyðin á rætt, so

hann fær í vónini lut?

Hoyra hann má alt Harrans ráð

— sig honum frá!

Far til tín næsta og hjálp; tú gert væl,

fólk verða sæl,

læra at døma, hvat beinast er.

3. Ja, døma vit um, hvat ið er beinast

í bøn til Gud uttan slit,

so gevur hann tann lívsæla friðin,

ið stígur upp um alt vit.

Satt vinalag mennist hvønn dag,

frø teg um tað;

Gud gevur signingar við, og tú sært,

gleði tú fært,

bara tú gert tað, sum beinast er.