Sangur 53
Kristni einleiki okkara
1. Hirðin savnar fylgið í rætt,
skilligt er, hann talaði satt.
Ja, vit njóta einleikans frið,
kenna, at Gud er við.
Samkoman er signað,
søtt er brøðralag.
Gud leit okkum tænastu til,
verk, ið krevur ídni og skil.
Kristus gav hann okkum sum høvd,
hoyrið hans mildu rødd.
2. Standa vit í trúnni sum eitt,
verja friðin, Gud hevur veitt,
kunnu vit í kærleika vís
bera Jehova prís.
Friður elvir gleði,
gevur troyttum mót.
Er hjá brøðrum kærleikin mið,
sendir Gud av himli sín frið.
Tann, ið tænir Gudi, kann tá
æviga lívið fá.
(Sí eisini Mika 2:12; Zef. 3:9; 1 Kor. 1:10.)