Sangur 25
Eyðkenni lærisveinanna
1. Glað gingu vit undir kristna lóg,
livdu við henni hugagóð.
Lógin er boðið um kærleika,
dýrmett orð úr tí himmalska.
Kristus gekk undan og vísti veg,
tók alla heimsins synd á seg.
Lætt er at kenna hans lærisveinar,
teirra millum er kærleiki.
2. Reinmeintur kærleiki svíkur ei,
hjálpir og vísir gongda leið.
Æviga skyldan hjá kristnum er:
Elska næstan í orð og gerð!
Neyvan tú finnur á øðrum stað
vinir, ið royna dag um dag
liva, sum kongliga lógin býður;
allar ævir Gud signar tað.
(Sí eisini Róm. 13:8; 1 Kor. 13:8; Ják. 2:8; 1 Jóh. 4:10, 11.)