Sangur 107
Komið niðan á fjall Jehova!
1. Hyggið upp móti ský,
síggið fjall Jehova Guds,
ovast á fjallatindum
hátt og hevjað í dag.
Fólk frá nær og frá fjar
fáa boð og streyma til,
orðið skal hoyrast víða:
’Tænið Harranum glað!’
Gevið ans, nú er tíð!
Sí, hin minsti skal verða til tjóð!
Her og nú mennist fólk,
kennir á sær, Guds signing er góð.
Milliónir á ferð
leita til hin sanna Gud,
trúføst og lýðin savnast
øll á heilagum stað.
2. Jesus gav okkum boð:
’Farið út og sigið frá,
talið um friðarríkið,
sum í himlinum er!’
Kristus, kongurin har,
býður øllum fylgja sær;
eyðmjúk úr øllum ættum
gerast búgvin til ferð.
Frøi stór fyllir sinn,
nú so nógv leggjast til dag um dag,
ja, og øll gera sítt,
hjálpa nýggjum, sum Jesus tey bað.
’Komið niðan í dag
á Guds fjall,’ vit rópa glað,
’tænið Jehova Gudi
allar ævirnar her!’
(Sí eisini Sl. 43:3; 99:9; Es. 60:22; Áps. 16:5.)