Sangur 86
Trúfastar kvinnur, kristnar systrar
1. Sára, Maria, Ester, Rutt og aðrar,
raskar og frálíkar kvinnur, trúføst vív.
Avgjørdar tæntu tær Gudi alt sítt lív,
og tí kenna vit tær enn tann dag í dag.
Nógvar aðrar trúgvar kvinnur vóru;
navnið veit Jehova, um onnur gloymdu tað.
2. Trúskapur, góðska, kærleiki og dirvi,
dámligar dygdir og virdar víða hvar.
Navnfromu kvinnurnar løgdu sær tað nær,
vóru fyrimyndir fyri teg og meg.
Kristnu systrar, um tit fylgja teimum,
fáa tit Guds signing, og húskið gleðir seg.
3. Møður og døtur, systrar, konur, einkjur,
fúsar til arbeiðis, gleðast um sín lut.
Spakføra lyndið og álitið á Gud
prýða kvinnurnar, ið ganga lívsins veg.
Góða systir, lat Jehova hjálpa,
lat hann styrkja trúnna, og lat hann frelsa teg.
(Sí eisini Fil. 4:3; 1 Tim. 2:9, 10; 1 Pæt. 3:4, 5.)