Sangur 40
Søkið altíð fyrst Guds ríki!
1. Himna Gudi dýrt og heilagt,
ja, hans gleði altíð var
friðarríki Krists, ið skjótt skal
skipa rættin víða hvar.
(NIÐURLAG)
Søkið altíð fyrst Guds ríki,
søkið rættferð Guds og frið!
Av hans leiðum aldri víkið,
tænið trúføst lið um lið!
2. Hví so stúra fyri degnum,
um vit verða svong og tyst?
Alt skal gevast okkum umframt,
bert vit søkja Ríkið fyrst.
(NIÐURLAG)
Søkið altíð fyrst Guds ríki,
søkið rættferð Guds og frið!
Av hans leiðum aldri víkið,
tænið trúføst lið um lið!
3. Berið boðini, ið kunnu
geva blindum bjarta sjón,
so tey skilja, bara Ríkið
bjóðar troyst og trygga vón.
(NIÐURLAG)
Søkið altíð fyrst Guds ríki,
søkið rættferð Guds og frið!
Av hans leiðum aldri víkið,
tænið trúføst lið um lið!
(Sí eisini Sl. 27:14; Matt. 6:34; 10:11, 13; 1 Pæt. 1:21.)