Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 68

Tann niðurboygdi biður

Tann niðurboygdi biður

(Sálmur 4:2)

1. Við tungum hjarta komi eg,

Jehova, fyri teg.

Í djúpum sárum pínir enn,

og náttin ræðir meg.

Mín vón er slóknað, mótið sveik,

eg veit mær eingi ráð.

Jehova góði, ugga meg

og lat meg linna fá.

(NIÐURLAG)

Hjálp mær, mín Gud, at halda á.

Fær ivin vald, so ver tú hjá;

í størstu neyð eg biði teg,

Jehova Gud, á, vís mær veg.

2. Í orði tínum er mín troyst,

tað lýsir tína makt

og teskar fyri meg tey orð,

eg ikki fái sagt.

Gud, gev mær trúgv, eg veit,

mær einki gott tú hevur sýtt,

tín alskur altíð størri var

enn neyðars hjarta mítt.

(NIÐURLAG)

Hjálp mær, mín Gud, at halda á.

Fær ivin vald, so ver tú hjá;

í størstu neyð eg biði teg,

Jehova Gud, á, vís mær veg.