Sangur 74
Gleðin í Jehova
1. Teknini vísa, Ríkið er í hondum,
boðini bera vit í dag.
Hevjið upp høvur, frelsan er í eygsjón,
tíð er at syngja takkarlag!
(NIÐURLAG)
Ein skansi er gleðin í Jehova.
Vit fegnast øll og syngja hart.
At vit fingu vónina, er undurfult,
og til heiður Guds vit gera vart:
’Ein skansi er gleðin í Jehova.
Guds navn skal hevjast fram um alt.
At tæna Jehova Gudi alla tíð,
tað er lívið, sum vit hava valt.’
2. Lítið á Gud Jehova, sum vit elska,
hann breiðir út sín verndarvong.
Reisist nú øll við torurødd at syngja
Gudi av nýggjum gleðisong!
(NIÐURLAG)
Ein skansi er gleðin í Jehova.
Vit fegnast øll og syngja hart.
At vit fingu vónina, er undurfult,
og til heiður Guds vit gera vart:
’Ein skansi er gleðin í Jehova.
Guds navn skal hevjast fram um alt.
At tæna Jehova Gudi alla tíð,
tað er lívið, sum vit hava valt.’
(Sí eisini 1 Krøn. 16:27; Sl. 112:4; Luk. 21:28; Jóh. 8:32.)