Sangur 135
Halt út til endan
1. Guds orð og alt, ið lovað er,
kann stimbra hug og sinn.
Við kærleika til sannleikan
vit standa hugreyst og stinn.
Hav greitt í huga Harrans dag,
minn teg á, at hann er nær.
Um hart man leika á, tú veitst,
frá Gudi tú styrki fær.
2. Miss ikki fyrsta kærleikan,
hann kveikir í tær mót.
Í trongdartíðum roynist hann
og fær í hjartanum rót.
Lat ongan iva níva teg,
ver í bøn Jehova nær,
hann leiðir teg um vandasjógv,
er mentur at bjarga tær.
3. Hvør tann, ið trúgvur heldur á,
til stríðið liðugt er,
skal teljast millum tey, sum Gud
til sigurvinnarar ger.
Í lívsins bók hann skrivar sær
tey, ið eru honum kær;
ja, tann, ið tolin heldur út,
ta ævigu gleði fær.
(Sí eisini Hebr. 6:19; Ják. 1:4; 2 Pæt. 3:12; Op. 2:4.)