Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 122

Brøður í túsundatali

Brøður í túsundatali

(Opinberingin 7:9, 10)

1. Brøður í túsundatali

standa her lið um lið,

trúfastir vitna allir,

tala um sannan frið.

Túsund, ja fleiri túsund,

mynda ein stóran hóp,

fjølmangar ættir og tungumál

skera í gleðiróp.

2. Brøður í túsundatali,

fylking so rein og skær

ævigan gleðiboðskap

prædikar fjart og nær.

Ágrýtin ganga vitni,

ofta tey verða trongd,

eiga tó hirðan, ið gevur hvíld,

eygleiðir sína mongd.

3. Brøður í túsundatali,

boðberar um Guds mátt,

virða Jehova tempul,

tæna har dag og nátt.

Túsund, ja fleiri túsund,

hópurin uttan tal

kunnger á jørðini gleðiboð,

Gudi tað líkar væl.