Sangur 78
Langmóð
1. Jehova, alra Harri,
er vandin um sítt dýra navn.
Í øldir varð tað vanvirt,
nú lýsir loksins fyri stavn.
Enn bíðar Gud í tolni,
hevur ætlanir í gerð,
hann bjóðar øllum lív í
tí endurskaptu verð.
Jehova sýndi langmóð,
tí kann á jørð hvør ættargrein
í eyðmýkt fyri honum
við fyrigeving standa rein.
2. Ja, langmóð tørvar øllum,
ið vilja ganga røttu leið.
Tað sissar stúrin hjørtu,
tey verða ikki beisk og vreið.
Tað sær alt gott í øðrum,
hevur blítt og jaligt brá,
við tí fær sinnið javnvág,
um hart man leika á.
Við mongum øðrum dygdum,
sum halgi andin fær í lag,
kann langmóð hjálpa okkum
at fylgja Gudi dag um dag.
(Sí eisini 2 Mós. 34:14; Es. 40:28; 1 Kor. 13:4, 7; 1 Tim. 2:4.)