Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 132

Ein sigursongur

Ein sigursongur

(2 Mósebók 15:1)

1. Lovið Jehova! Hans navn eigur heiður og æru.

Egypta stolti herur í havið stoyttur er.

Prísið Jehova, ið fíggindan gjørdi til skammar.

Jehova er vár Gud, ræðist ongan fjandaher!

(NIÐURLAG)

Jehova Gud, tú alvaldur er,

við tíni signing lýsir fyri stavn.

Tú beinir burtur fíggindanna her

og halgar, Gud, títt stóra navn.

2. Kongar og tjóðir nú brynjast til stríð móti Gudi.

Sum Farao í forðum teir treiskir herja á.

Dómurin bíðar; skjótt liggja teir slignir á vølli.

Guds stóra navn, Jehova, skal allan heiður fá.

(NIÐURLAG)

Jehova Gud, tú alvaldur er,

við tíni signing lýsir fyri stavn.

Tú beinir burtur fíggindanna her

og halgar, Gud, títt stóra navn.