Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 62

Hvør eigur teg?

Hvør eigur teg?

(Rómbrævið 14:8)

1. Hvønn harra hevur tú?

Hvønn valdi tú tær til gud?

Tín gud og tín harra aktar tú,

hann valdar tínum lívi nú.

Og kemur tær til hugs

at dyrka og lýða tveir,

um fegin tú vil, so ber ikki til,

tí annan virðir tú meir.

2. Hvønn harra hevur tú?

Hvønn valdi tú tær til gud?

Er avgerðin trupul? Ikki als!

Bert ein er Gud, alt hitt er fals.

Fær heimsins gudur vald

og loyvi at eiga teg?

Far heldur til hann, ið beina teg kann

á lívsins æviga veg.

3. Hvønn harra havi eg?

Eg hoyri Jehova til.

Mín Faðir í himli eigur meg,

og honum eina tæni eg.

Hann keypti meg so dýrt,

og honum eg verði hjá.

Við sonarins deyð hann lívið mær beyð,

og navn hans líti eg á.