Sangur 58
Vígslubøn mín
1. Tak mítt hjarta, legg í tað
gott og skynsamt hjartalag.
Tak mítt sinn, á Gud, gev far,
at eg altíð tæni tær.
2. Tak mín fót, tak hendur við,
gev teim vísdóms mál og mið.
Tak ta rødd, ið untist mær,
hon skal syngja fyri tær.
3. Tak mítt lív og nýt tað, Gud,
eg skal gleðast um mín lut.
Tak nú meg, so øll mín ferð
altíð tær til vildar er.
(Sí eisini Sl. 40:9; Jóh. 8:29; 2 Kor. 10:5.)