Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 123

Hirðar eru gávur

Hirðar eru gávur

(Efesusbrævið 4:8)

1. Okkum til hjálpar Gud hevur veitt

hirðar at røkta seyð.

Trúliga hava seyðin teir leitt,

føtt hann, sum Jesus beyð.

(NIÐURLAG)

Gud gevur samkomum góðar menn,

hirðar, sum álit er í.

Fylgið teir røkta, vit elska teir,

vita, teir keypa sær tíð.

2. Hirðar, ið mildir geva sær far,

varnast, hvar tørvur er.

Er onkur trongdur, troysta teir har,

vanda sær orð og gerð.

(NIÐURLAG)

Gud gevur samkomum góðar menn,

hirðar, sum álit er í.

Fylgið teir røkta, vit elska teir,

vita, teir keypa sær tíð.

3. Hirðarnir vilja fylginum væl,

minna á alt Guds ráð.

Teir veita lívd, um illveðurs æl

tíðum man herja á.

(NIÐURLAG)

Gud gevur samkomum góðar menn,

hirðar, sum álit er í.

Fylgið teir røkta, vit elska teir,

vita, teir keypa sær tíð.