Sangur 130
Tað undursama lív
1. Summarregn og sól, blóman, sum tú sær,
stjørnurnar og fjøllini, barnið, sum lær —
gávurnar, Gud gav, vísa, hvør hann er,
undrini av hondum Harrans síggja vit her.
(NIÐURLAG)
Hvat annað kunnu vit enn at takka glað,
elska hann, ið skapti lívið og gav okkum tað?
Tí lívið gáva er, tað er okkum givið,
og gávuna gav Gud — tað undursama lív.
2. Onnur geva upp, vita eingi ráð.
’Gloym nú Gud,’ er hugsanin, ’fylg tíni trá.’
Øvut hugsa vit, geva Gudi prís
fyri allar løturnar, vit liva sum vís.
(NIÐURLAG)
Hvat annað kunnu vit enn at takka glað,
elska tey, vit hava tætt hjá, og vísa teim tað?
Tí lívið gáva er, tað er okkum givið,
og gávuna gav Gud — tað undursama lív.
(Sí eisini Job 2:9; Sl. 34:13; Præd. 8:15; Matt. 22:37-40; Róm. 6:23.)