Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví kanna Bíbliuna?

Hví kanna Bíbliuna?

Kennir tú Bíbliuna? Hon er eitt einastandandi verk og tann bókin, sum hevur størstu útbreiðslu í søguni. Boðskapurin í Bíbliuni hevur givið fólki úr øllum mentanum ugga og vón, og tey eru komin eftir, at ráðini í Bíbliuni eru hent í gerandisdegnum. Kortini vita nógv nú á døgum ikki so nógv um Bíbliuna. Óansæð um tú ert trúgvandi ella ikki, so hevur tú kanska hug at vita nakað um hana. Endamálið við hesum heftinum er at geva tær eitt yvirlit yvir Bíbliuna.

ÁÐRENN tú letur eina bíbliu upp og fert at lesa í henni, er tað gott at vita eitt sindur um, hvussu hon er skipað. Bíblian, ið eisini er kend sum Halgabók, er í veruleikanum eitt savn við 66 bókum. Tað byrjar við Fyrstu Mósebók og endar við Opinberingini.

Hvør er høvundur Bíbliunnar? Tað er ein spennandi spurningur. Umleið 40 menn skrivaðu Bíbliuna í einum 1600 ára longum tíðarskeiði. Tað er áhugavert, at hesir menn ikki hildu uppá, at teir vóru høvundar Bíbliunnar. Ein teirra skrivaði: „Øll skriftin er innblást av Gudi.“ (2 Timoteus 3:16) Og ein annar segði: „Andi [Jehova] talar í mær, orð Hansara eru á tungu míni.“ (2 Sámuelsbók 23:2) Sostatt hildu bíbliuskrivararnir fast uppá, at Jehova Gud, alheimsins Fullveldisharri, er høvundur Bíbliunnar. Tað skilst av skriftum teirra, at Gud fegin vil hava tætt samband við menniskjuni.

Nakað annað, sum eisini er umráðandi fyri at skilja Bíbliuna, er, at innblásta skriftin hevur eitt gjøgnumgangandi tema: at hevda, at Gud við himmalska ríki sínum hevur rættin at stjórna mannaættini. Á komandi síðunum fært tú at síggja, hvussu temaið fer sum ein reyður tráður ígjøgnum alla Bíbliuna, úr Fyrstu Mósebók til Opinberingina.

Við øllum hesum í huga, fara vit nú at kanna boðskapin í heimsins best umtóktu bók, Bíbliuni.

^ par. 9 Ymiskir mátar eru at nevna tíðarfesting uppá. Í hesum heftinum merkir e.o.t. „eftir okkara tíðarrokning“ og f.o.t. „fyri okkara tíðarrokning“. Tað sært tú á tíðarlinjuni niðast á síðunum.