Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

12. PARTUR

Lívsvísdómur frá Gudi

Lívsvísdómur frá Gudi

Orðtøkini eru eitt savn av innblástum ráðum, sum kunnu gagna okkum í dagligdegnum. Tey flestu av teimum hevur Sálomo skrivað

ER JEHOVA ein vísur stjórnari? Hyggja vit nærri at leiðbeiningini, hann gevur, kunnu vit svara spurninginum við fullari vissu. Riggar hon? Fáa vit eitt betri og meiri sigandi lív, um vit fylgja henni? Hin vísi Sálomo kongur skrivaði fleiri hundrað orðtøk, sum nema nærum øll viðurskifti í lívinum. Latið okkum taka nøkur dømi.

At hava álit á Gud. Álit er lykilin til eitt gott samband við Jehova. Sálomo skrivaði: „Lít á [Jehova] av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.“ (Orðtøkini 3:5, 6) At líta á Gud við at søkja hansara leiðbeining og vera honum lýðin gevur lívinum djúpa meining. Eitt menniskja, sum heldur hesa kós, kann gleða Jehova og geva honum eitt svar til ákærurnar, sum mótstøðumaður hansara, Satan, hevur borið fram. — Orðtøkini 27:11.

At umgangast onnur við vísdómi. Ráðini, Gud gevur monnum, konum og børnum, eru meiri tíðarhóskandi nú enn nakrantíð. Við gifta mannin sigur Gud: „Gleð teg í konu ungdóms tíns!“ Tað merkir, at hann má verða henni trúgvur. (Orðtøkini 5:18-20) Giftar kvinnur finna í Orðtøkunum eina vakra lýsing av eini dugnaligari konu, sum hevur mann og børn, ið meta hana høgt. (Orðtøkini, kapittul 31) Og børn fáa leiðbeining um at akta foreldur síni. (Orðtøkini 6:20) Orðtøkini vísa eisini, at vinaløg hava alt at siga fyri eitt menniskja, tí at halda seg fyri seg sjálvan fremur sjálvsøkni. (Orðtøkini 18:1) Av tí at vinir kunnu ávirka okkum antin við góðum ella ringum, noyðast vit at velja teir við vísdómi. — Orðtøkini 13:20; 17:17.

At fara væl við sær sjálvum. Orðtøkini geva ómetaliga góð ráð um ikki at misnýta rúsdrekka, um at ala fram sunnar kenslur og standa ímóti niðurbrótandi kenslum og um at vera raskur til arbeiðis. (Orðtøkini 6:6; 14:30; 20:1) Tey ávara um, at tað leiðir í vanlukku at líta á menniskjaligar metingar heldur enn leiðbeiningina frá Gudi. (Orðtøkini 14:12) Tey eggja okkum til at verja innara menniskjað, hjartað, fyri spillandi ávirkan og minna okkum á, at ’úr hjartanum gongur lívið út’. — Orðtøkini 4:23.

Milliónatals menniskju í øllum heiminum hava sannroynt, at lívið verður betri við at fylgja slíkum ráðum. Tey kunnu tí av góðari grund viðurkenna Jehova sum sín stjórnara.

— Grundað á Orðtøkini.