Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

21. PARTUR

Jesus livir!

Jesus livir!

Jesus vísir seg fyri lærisveinum sínum, so hann kann læra og uppbyggja teir

TRIÐJA DAGIN eftir at Jesus var deyður, løgdu nakrar kvinnur, ið vóru lærisveinar hjá honum, til merkis, at steinurin, ið var settur fyri gravarmunnan, var veltur burtur. Og grøvin var tóm!

Tveir einglar vístu seg. „Tit leita eftir Jesusi úr Nazaret,“ segði ein teirra. „Hann er risin upp.“ (Markus 16:6) Kvinnurnar runnu alt fyri eitt avstað at siga ápostlunum tíðindini. Á vegnum møttu tær Jesusi. „Óttist ikki!“ segði hann. „Farið og sigið við brøður Mínar, at teir skulu fara til Galilea! Har skulu teir síggja Meg.“ — Matteus 28:10.

Seinni sama dag fóru tveir lærisveinar til gongu úr Jerusalem til bygdina Emmaus. Ein fremmandur kom at fylgjast við teimum og spurdi, hvat teir tosaðu um. Í veruleikanum var hann tann upprisni Jesus, sum vísti seg í einum líki, teir ikki beinanvegin kendu aftur. Tungir í huga søgdu teir, at teir høvdu tosað um Jesus. Fremmandamaðurin fór at greiða teimum frá øllum tí í Skriftini, sum snúði seg um Messias. Tað var greitt, at messiasprofetiirnar úr enda í annan gingu út við Jesusi. * Tá lærisveinarnir varnaðust, at hin fremmandi var Jesus, ið var reistur upp sum andi, hvarv hann.

Teir báðir lærisveinarnir fóru alt fyri eitt aftur til Jerusalem. Har funnu teir ápostlarnar savnaðar fyri læstum durum. Meðan teir søgdu frá tí, sum hevði hent teimum, vísti Jesus seg fyri teimum. Ovfarnu lærisveinar hansara høvdu ilt við at trúgva tí! „Hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?“ spurdi Jesus. „So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu.“ — Lukas 24:38, 46.

Í 40 dagar eftir, at Jesus var uppreistur, vísti hann seg fleiri ferðir fyri lærisveinunum — einaferð fyri meiri enn 500! Tað var eyðsæð tá, hann gav teimum hesa týdningarmiklu uppgávu: „Farið . . . út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, . . . og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.“ — Matteus 28:19, 20.

Seinastu ferð Jesus var saman við sínum 11 trúføstu ápostlum, gav hann teimum hetta lyftið: „Tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni . . . líka til enda jarðarinnar.“ (Ápostlasøgan 1:8) Síðani varð Jesus lyftur upp, og eitt skýggj fjaldi hann, so teir ikki longur sóu hann fara til himmals.

— Grundað á Matteus, kapittul 28; Markus, kapittul 16; Lukas, kapittul 24; Jóhannes, kapittul 20 og 21; Fyrra Korintbræv 15:5, 6.

^ par. 6 Dømi um messiasprofetiir, sum gingu út við Jesusi, eru at finna í parti 14, parti 15 og parti 16 í hesum heftinum og í uppískoytinum „Jesus Kristus — hin lovaði Messias“ í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga?