Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

24. PARTUR

Paulus skrivar til samkomurnar

Paulus skrivar til samkomurnar

Brøv Paulusar styrkja kristnu samkomurnar

NÝSTOVNAÐA samkoman skuldi fáa týdningarmiklan leiklut í samband við fremjanina av ætlan Jehova. Men tey kristnu í fyrstu øld vórðu skjótt fyri álopi. Varðveita tey sakloysi sítt fyri Gudi hóast atsóknir uttanífrá og aðrar, meiri lúnskar vandar inni í samkomuni? Í Kristnu griksku skriftunum eru 21 brøv við neyðugum ráðum og eggjanum.

Paulus hevur skrivað fjúrtan av brøvunum, frá Rómbrævinum til Hebrearabrævið. Brøvini eru uppkallað eftir teimum, sum tey eru skrivað til — antin einstaklingum ella limum í ávísum samkomum. Legg til merkis, hvørji evni verða viðgjørd í brøvunum hjá Paulusi.

Áminningar um moral og atburð. Tey, sum eru siðleys, fremja hjúnabandsbrot og aðrar grovar syndir, ’arva ikki Guds ríki’. (Galatiabrævið 5:19-21; 1 Korintbræv 6:9-11) Tænarar Guds mugu óansæð tjóðskap vera samdir og sameindir. (Rómbrævið 2:11; Efesusbrævið 4:1-6) Teir mugu fúsir og við gleði hjálpa trúarfelagum sínum, sum eru í neyð. (2 Korintbræv 9:7) Paulus sigur: „Biðið uttan íhald!“ Ja, tey, sum tæna Jehova, verða eggjað til at hella hjørtu síni út fyri Jehova í bøn. (1 Tessalonikabræv 5:17; 2 Tessalonikabræv 3:1; Filippibrævið 4:6, 7) Skal Gud hoyra okkara bønir, mugu vit biðja í trúgv. — Hebrearabrævið 11:6.

Hvussu kunnu familjur trívast og hava tað gott? Maðurin skal elska konu sína sum sítt egna likam. Konan skal hava stóra virðing fyri manninum. Børnini skulu akta foreldrini, tí tað dámar Gudi. Og foreldrini mugu í kærleika upplæra síni børn við Guds meginreglum. — Efesusbrævið 5:22–6:4; Kolossebrævið 3:18-21.

At skilja Guds ætlan betur. Endamálið við meginpartinum av Móselógini var at verja og vegleiða ísraelsmenn, inntil Kristus kom. (Galatiabrævið 3:24) Kristin noyðast kortini ikki at halda hesa lógina fyri at kunna tæna Gudi. Tá Paulus skrivaði til hebreararnar — sum vóru kristin, ið høvdu jødiska bakgrund — varpaði hann ljós á, hvønn týdning Lógin hevði, og hvussu Guds ætlan gongur út í samband við Kristus. Paulus greiddi frá, at nógvir partar av lógini høvdu profetiskan týdning. Dýraofrini vístu til dømis fram til offurdeyða Jesusar, sum kundi geva menniskjum sanna syndafyrigeving. (Hebrearabrævið 10:1-4) Við deyða Jesusar setti Gud lógarsáttmálan úr gildi, tí nú var ikki longur tørvur á honum. — Kolossebrævið 2:13-17; Hebrearabrævið 8:13.

Vegleiðing um, hvussu samkoman skuldi samskipast. Menn, ið eru fúsir at átaka sær ábyrgd í samkomuni, mugu hava høgan moral og lúka andaligu førleikakrøvini í Bíbliuni. (1 Timoteusbræv 3:1-10, 12, 13; Titusbrævið 1:5-9) Tænarar hjá Jehova Gudi mugu regluliga koma saman við sínum trúarfelagum fyri at eggja hvør annan. (Hebrearabrævið 10:24, 25) Møti, har vit koma saman at tilbiðja Gud, skulu vera uppbyggjandi og lærurík. — 1 Korintbræv 14:26, 31.

Tá ápostulin Paulus skrivaði seinna brævið til Timoteus, var hann aftur í Róm; hann sat fongslaður og bíðaði eftir at verða dømdur. Bert nøkur fá fólk vóru so djørv, at tey tordu at vitja hann. Paulus visti, at hann skjótt skuldi missa lívið. Hann segði: „Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni.“ (2 Timoteusbræv 4:7) Stutta tíð eftir leið Paulus eftir øllum at døma pínslarváttardeyðan. Men brøvini hjá ápostlinum leiðbeina enn í dag sannar Guds tænarar.

— Grundað á Rómbrævið; Fyrra Korintbræv; Seinna Korintbræv; Galatiabrævið; Efesusbrævið; Filippibrævið; Kolossebrævið; Fyrra og Seinna Tessalonikabræv; Fyrra og Seinna Timoteusbræv; Titusbrævið; Filemonbrævið; Hebrearabrævið.