Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

2. PARTUR

Hvør er Gud?

Hvør er Gud?

Bara ein sannur Gud er til, og hann eitur Jehova. Bíblian sigur: „Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN [„Jehova,“ NW] hin hægsti yvir allari jørðini!“ (Sálmur 83:19) Hann er ein ósjónligur andi. Hann elskar okkum og vil, at vit eisini elska hann. Somuleiðis vil hann, at vit skulu elska onnur. (Matteus 22:35-40) Hann er hin Alvaldi og hevur skapt alt.

Tað fyrsta, Gud skapti, var ein mektigur andaskapningur, ið seinni varð kendur sum Jesus Kristus. Jehova skapti eisini einglarnar.

Jehova skapti alt í himli . . . og alt á jørðini. Opinberingin 4:11

Jehova Gud skapti stjørnurnar og jørðina við øllum, sum er á henni. — 1 Mósebók 1:1.

Hann gjørdi Ádam, fyrsta menniskjað, úr mold. — 1 Mósebók 2:7.