Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

6. PARTUR

Hvat lærir Vatnflóðin okkum?

Hvat lærir Vatnflóðin okkum?

Gud gjørdi av við tey óndu, men bjargaði Nóa og familju hansara. 1 Mósebók 7:11, 12, 23

Tað regnaði í 40 dagar og 40 nætur, og øll jørðin stóð undir í vatni. Øll tey óndu menniskjuni doyðu.

Óndu einglarnir fóru úr sínum mannalikami og gjørdust illir andar.

Tey, sum vóru í ørkini, yvirlivdu. Sum frá leið doyðu Nóa og familja hansara, men Gud gevur teimum lívið aftur, og so kunnu tey liva í allar ævir.

Gud fer aftur at beina fyri teimum óndu og bjarga teimum góðu. Matteus 24:37-39

Satan og illu andarnir fáast enn við at villleiða menniskju.

Eins og á Nóa døgum vraka nógv nú í tíðini ta góðu leiðbeiningina frá Jehova. Jehova fer skjótt at beina fyri øllum teimum óndu. — 2 Pætur 2:5, 6.

Jehova vitni taka eftir Nóa. Tey lurta eftir Gudi og gera, sum hann sigur.