Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

8. PARTUR

Hvønn týdning hevur tað fyri teg, at Jesus doyði?

Hvønn týdning hevur tað fyri teg, at Jesus doyði?

Jesus doyði, fyri at vit kunnu liva. Jóhannes 3:16

Tríggjar dagar eftir deyða Jesusar fóru nakrar kvinnur at vitja grøvina hjá honum, men hon var tóm. Jehova hevði vakt Jesus upp frá deyðum.

Seinni vísti Jesus seg fyri ápostlunum.

Ja, Jehova hevði reist Jesus upp til lív sum ein veldigan ódeyðiligan andaskapning. Lærisveinarnir hjá Jesusi sóu hann fara til himmals.

Gud reisti Jesus upp frá deyðum og setti hann sum kong í Guds ríki. Dániel 7:13, 14

Jesus læt lív sítt sum eitt loysigjald fyri mannaættina. (Matteus 20:28) Við tí loysigjaldinum gevur Gud okkum møguleika at liva um ævir.

Jehova hevur valt Jesus at stjórna jørðini. Saman við honum verða 144.000 trúføst menniskju, sum eru risin upp frá jørðini til lív í himli. Jesus og tey 144.000 skipa eina rættvísa stjórn í himli — Guds ríki. — Opinberingin 14:1-3.

Guds ríki fer at gera jørðina til eitt paradís. Hvørki kríggj, lógloysi, fátækdømi ella hungur skal vera longur. Tá eru fólk veruliga glað. — Sálmur 145:16.