10. PARTUR
Hvørjar signingar fáa tey, sum lurta eftir Gudi?
Deyð fáa lívið aftur á jørðini. Ápostlasøgan 24:15
Hugsa tær, hvussu góð framtíðin verður, um tú lurtar eftir Jehova! Tú verður fullkomiliga frískur; eingin er sjúkur ella ber brek. Eingi menniskju eru ónd, og tú kanst líta á øll.
Har er hvørki pína, sorg ella tár. Eingin verður gamal og doyr.
Tú hevur familju og vinir hjá tær. Lívið verður frálíkt í Paradísinum!
Har er einki at ræðast. Fólk eru veruliga glað.