Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat er Guds vilji?

Hvat er Guds vilji?

Gud vil, at vit skulu vera glað og liva í friði í einum paradísi á jørðini um ævir!

Men tú hugsar kanska: „Hvussu skuldi tað kunnað borið til?“ Bíblian sigur, at Guds ríki fer at syrgja fyri tí, og tað er Guds vilji, at øll fólk skulu læra um hetta ríkið og hansara ætlan við okkum. — Sálmur 37:11, 29; Esaias 9:7.

Gud vil, at vit skulu hava tað gott.

Akkurát sum ein góður pápi ynskir tað besta fyri síni børn, vil okkara himmalski Faðir, at vit skulu vera lukkulig í allar ævir. (Esaias 48:17, 18) Hann hevur lovað, at „tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir“. — 1 Jóhannes 2:17.

Gud vil, at vit skulu ganga á hansara gøtum.

Bíblian sigur, at Skaparin vil „læra okkum leiðir Sínar“, so vit kunnu „ganga á gøtum Hansara“. (Esaias 2:2, 3) Hann hevur ’tikið navni Sínum út fólk’ og skipað tað til at kunngera vilja hansara um alla jørðina. — Ápostlasøgan 15:14.

Gud vil, at vit sameind skulu tilbiðja hann.

Heldur enn at spjaða, sameinir reina tilbiðingin av Jehova fólk í sonnum kærleika. (Jóhannes 13:35) Hvør lærir menn og kvinnur í øllum heiminum at tæna Gudi í einleika nú á døgum? Vit bjóða tær at finna svarið í hesum heftinum.