Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

1PARTUR

Hvørji eru Jehova vitni?

Hvørji eru Jehova vitni?

Danmark

Taivan

Venesuela

India

Hvussu nógv Jehova vitni kennir tú? Kanska hevur tú ein granna, starvsfelaga ella floksfelaga, sum er Jehova vitni. Ella kanska hevur tú tosað við ein av okkum um Bíbliuna. Hvørji eru vit í roynd og veru, og hví siga vit alment frá okkara trúgv?

Vit eru vanlig fólk. Vit hava ymiska mentan og ymisk livikor. Summi av okkum hava hoyrt til ein annan trúarbólk, meðan onnur als ikki hava trúð á Gud. Men áðrenn vit gjørdust Jehova vitni, góvu vit okkum øll stundir at kanna læruna í Bíbliuni sera gjølla. (Áps. 17:11) Vit tóku undir við læruni, og síðani tóku vit eina persónliga avgerð um at tæna Jehova Gudi.

Tað gagnar okkum at lesa Bíbliuna. Vit hava eins og øll onnur trupulleikar og veikleikar at dragast við. Men av tí at vit royna at fylgja meginreglunum í Bíbliuni í gerandisdegnum, hava vit fingið eitt nógv betri lív. (Sl. 128:1, 2) Hetta er ein av orsøkunum til, at vit siga øðrum frá øllum tí góða, vit hava lært úr Bíbliuni.

Vit liva eftir meginreglum Guds. Hesar meginreglur, sum standa í Bíbliuni, hjálpa okkum at hava tað gott, at hava virðing fyri øðrum og at vera ærlig og vinalig. Fylgja vit hesum reglunum, verða vit góðir samfelagsborgarar, og tær hjálpa okkum at leggja stóran dent á familjulívið og góðan moral. „Gud ger ikki mannamun,“ og tí hoyra vit til eitt andaligt og altjóða brøðralag, sum ikki hevur rasistiskar og politiskar forðingar. Hóast vit eru vanlig, so eru vit eitt heilt serligt fólk. — Áps. 4:13; 10:34, 35.

  • Hvat hava Jehova vitni og onnur fólk í felag?

  • Hvørjar meginreglur hava Jehova vitni lært við at lesa Bíbliuna?