Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

2PARTUR

Hví rópa vit okkum Jehova vitni?

Hví rópa vit okkum Jehova vitni?

Nóa

Ábraham og Sára

Móses

Jesus Kristus

Nógv halda, at Jehova vitni er navnið á einum nýggjum trúarbólki. Men tey, sum tæntu hinum einasta sanna Gudi fyri meira enn 2700 árum síðani, vórðu longu tá nevnd hansara „vitni“. (Esaias 43:10-12) Inntil 1931 vórðu vit kend undir navninum Bíbliustudentar. Hví fóru vit at rópa okkum Jehova vitni?

Tað vísir, hvør Gud okkara er. Sambært gomlum handritum stendur Guds navn, Jehova, fleiri túsund ferðir í Bíbliuni. Í nógvum umsetingum er hetta navnið strikað, og heiti sum Harrin ella Gud sett í staðin. Men hin sanni Gud opinberaði persónliga navn sítt, Jehova, fyri Mósesi og segði: „Hetta er navn Mítt til ævigar tíðir.“ (2 Mósebók 3:15) Á henda hátt sást týðiligur munur á honum og øllum følskum gudum. Vit meta tað sum ein heiður at bera Guds heilaga navn.

Tað lýsir okkara uppgávu. Í eini langari røð av fólki í forðum, var rættvísi maðurin, Ábel, tann fyrsti, sum vitnaði um sína trúgv á Jehova. Gjøgnum øldirnar løgdust Nóa, Ábraham, Sára, Móses, Dávid og onnur aftrat ’stóra skýnum av vitnum’. (Hebrearabrævið 11:4–12:1) Eins og ein vitnar í rættinum fyri ein ósekan persón, hava vit sett okkum fyri at siga øðrum sannleikan um Gud.

Vit taka eftir Jesusi. Bíblian nevnir hann „hitt trúverda og sannorðaða vitni“. (Opinberingin 3:14) Jesus segði sjálvur, at hann ’hevði kunngjørt navn Guds’ og skuldi „vitna um sannleikan“ um Gud. (Jóhannes 17:26; 18:37) Tí mugu tey, sum veruliga fylgja Kristusi eftir, bera navn Jehova og kunngera tað. Hetta hava Jehova vitni lagt seg eftir at gera.

  • Hví valdu Bíbliustudentarnir navnið Jehova vitni?

  • Hvussu leingi hevur Jehova havt vitni á jørðini?

  • Hvør er størsta vitnið hjá Jehova?