Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

11PARTUR

Hví koma vit saman á stórum stevnum?

Hví koma vit saman á stórum stevnum?

Meksiko

Týskland

Botsvana

Nikaragua

Italia

Hví síggja hesi fólkini so glað út? Tey eru á stevnu hjá okkum. Eins og tænarar Guds í forðum, sum fingu boð um at savnast tríggjar ferðir um árið, gleða vit okkum til at koma saman við nógvum brøðrum og systrum í senn. (5 Mósebók 16:16) Vit hava tríggjar stevnur á hvørjum ári, tvær eindaga fylkisstevnur og eina tríggjadaga økisstevnu. Hvussu gagnar tað okkum at koma saman á henda hátt?

Tær styrkja okkara kristna brøðralag. Ísraelsfólk gleddi seg um at prísa Jehova „í samkomunum“, og vit gleðast eisini um at tilbiðja hann saman á okkara stevnum. (Sálmur 26:12; 111:1) Hesar stevnur geva okkum møguleika at hitta og vera saman við trúarfelagum úr øðrum samkomum ella enntá úr øðrum londum. Um døgurðaleitið eta vit eina máltíð saman á staðnum, og tað hugnar um andaligu samveruna. (Ápostlasøgan 2:42) Har uppliva vit sjálvi kærleikan, sum sameinir allan „bróðurskapin“ í øllum heiminum. — 1 Pætur 2:17.

Tær hjálpa okkum at gera andalig framstig. Tað gagnaði ísraelsfólki at ’fata tað’, sum varð útlagt fyri teimum úr Skriftunum. (Nehemias 8:8, 12) Vit virðismeta eisini bíbliuundirvísingina, sum vit fáa á okkara stevnum. Allar stevnurnar eru grundaðar á eitt bíbilskt evni. Áhugaverdir fyrilestrar, talurøðir og smáir leikir úr gerandisdegnum læra okkum at gera Guds vilja. Tað lívgar okkum at hoyra, hvussu onnur hava klárað tær avbjóðingarnar, ið fylgja við at liva sum kristin í hesum torføru tíðum. Á økisstevnum eru sjónleikir, ið gera bíbliufrásøgur livandi, og teir eru eisini ein partur av undirvísingini. Á øllum stevnum er dópur, har tey, sum hava vígt seg til Gud, kunnu lata seg doypa.

  • Hví gleðast vit um at koma á stevnur?

  • Hvussu kann tað gagna tær at koma á eina stevnu?