Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

13PARTUR

Hvat er ein pionerur?

Hvat er ein pionerur?

Kanada

Hús úr húsi

Bíbliulestur

Persónligur lestur

Orðið „pionerur“ sipar ofta til tey, ið gera rannsóknarferðir og bróta slóð fyri øðrum, sum koma aftaná. Jesus var eitt slag av pioneri, tí hann var sendur niður á jørðina at kunngera ein lívgevandi boðskap og bróta slóð fyri frelsu. (Matteus 20:28) Nú á døgum taka sonn kristin eftir honum og brúka so nógva tíð sum gjørligt til at ’gera lærisveinar’. (Matteus 28:19, 20) Summi eru før fyri at vera við í pionertænastuni, sum vit rópa tað.

Ein pionerur er ein fulltíðarboðari. Øll Jehova vitni boða tey góðu tíðindini. Men nøkur hava lagt sína tíð soleiðis til rættis, at tey kunnu tæna sum vanligir pionerar og brúka 70 tímar um mánaðin í boðanini. Fyri at klára hetta, hava nógv valt at arbeiða niðursetta tíð. Onnur verða biðin at tæna sum serpionerar í økjum, har tørvurin á boðarum er stórur, og teir brúka hvønn mánað 130 tímar ella meira í boðanini. Pionerarnir eru nøgdir við eitt einfalt lív. Teir eru vísir í, at Jehova gevur teimum tað neyðuga. (Matteus 6:31-33; 1 Timoteus 6:6-8) Tey, sum ikki fáa verið fulltíðarboðarar, kunnu vera hjálparpionerar, tá ið tey eru før fyri tí, og boða 30 ella 50 tímar um mánaðin.

Ein pionerur tænir av kærleika til Gud og næstan. Eins og Jesus leggja vit til merkis, hvussu ring andaliga støðan er hjá nógvum í dag. (Markus 6:34) Vit hava kunnleika, sum kann hjálpa teimum beint nú og geva teimum eina álítandi vón fyri framtíðina. Av næstakærleika brúkar ein pionerur gávumildur sína tíð og orku til at hjálpa øðrum andaliga. (Matteus 22:39; 1 Tessalonikabræv 2:8) Hetta styrkir hansara trúgv, hann fær tættari samband við Gud, og hann verður glaður. — Ápostlasøgan 20:35.

  • Hvussu lýsir tú ein pioner?

  • Hvat fær nøkur at blíva fulltíðarboðarar?