Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

15PARTUR

Hvat gera teir elstu fyri samkomuna?

Hvat gera teir elstu fyri samkomuna?

Finnland

Undirvísing

Hirðaarbeiði

Boðan

Í okkara samskipan hava vit ikki ein løntan prestaskap. Í staðin hava vit, eins og tey fyrstu kristnu, skikkaðar umsjónarmenn, sum eru settir at „røkta samkomu Guds“. (Ápostlasøgan 20:28) Hesir umsjónarmenn, ella elstar, eru andaliga búnir menn, sum ganga á odda í samkomuni og eru hirðar „ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta“. (1 Pætur 5:1-3) Hvat gera teir fyri okkum?

Teir taka sær av okkum og verja okkum. Við leiðbeining og hjálp verja teir elstu samkomuna andaliga. Av tí at Gud hevur litið teimum hesa týðandi uppgávu upp í hendur, spæla teir elstu ikki harrar yvir okkum, men hjálpa okkum at hava tað gott og vera glað. (2 Korintbræv 1:24) Akkurát sum ein hirði við nærlagni tekur sær av øllum sínum seyðum, royna teir elstu at læra hvønn einstakan í samkomuni at kenna. — Orðtøkini 27:23.

Teir læra okkum at gera Guds vilja. Hvørja viku stíla teir elstu fyri møtum í samkomuni fyri at styrkja okkara trúgv. (Ápostlasøgan 15:32) Hesir ídnu menn ganga eisini á odda í boðanarvirkseminum, teir samstarva við okkum og upplæra okkum í øllum greinum av boðanini.

Teir uppbyggja okkum persónliga. Teir elstu hugsa um andaliga tørvin hjá hvørjum einstøkum av okkum. Tí vitja teir okkum heima við hús ella tosa við okkum í ríkissalinum fyri at hjálpa og ugga okkum við skriftstøðum úr Bíbliuni. — Jákup 5:14, 15.

Umframt sína tænastu í samkomuni, hava teir flestu av teimum elstu eisini verðsligt arbeiði og familjuskyldur at taka sær av. Hesir ágrýtnu brøður hava uppiborið, at vit virða teir. — 1 Tessalonikabræv 5:12, 13.

  • Hvønn leiklut hava teir elstu í samkomuni?

  • Hvussu vísa teir elstu okkum persónligan áhuga?