Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

17PARTUR

Hvussu hjálpa fylkisumsjónarmenn okkum?

Hvussu hjálpa fylkisumsjónarmenn okkum?

Malavi

Tænastubólkur

Boðan

Elstamøti

Í Kristnu griksku skriftunum verða Barnabas og Paulus ofta nevndir. Teir báðir vóru ferðandi umsjónarmenn og vitjaðu samkomurnar í fyrstu øld. Hví? Tí teir hugsaðu nógv um sínar andaligu brøður og vildu vita, hvussu tað gekst teimum. Paulus segði, at hann kundi hugsað sær at ’farið aftur og vitjað brøðurnar’ fyri at vita, hvussu teir høvdu tað. Hann var fúsur at ferðast hundraðtals kilometrar fyri at styrkja teir. (Ápostlasøgan 15:36) Ferðandi umsjónarmenn í dag taka eftir hesi fyrimyndini.

Teir vitja fyri at uppbyggja okkum. Hvør einstakur fylkisumsjónarmaður vitjar umleið 20 samkomur og er saman við hvørjari av teimum eina viku tvær ferðir um árið. Royndirnar hjá hesum brøðrunum og konum teirra, um teir eru giftir, kunnu veruliga lívga okkum. Tey royna at koma at kenna bæði ung og gomul, og tey vilja fegin fylgjast við okkum í boðanini og koma við, tá ið vit skulu lesa Bíbliuna við onkrum. Hesir umsjónarmenninir fara við teimum elstu á hirðavitjan, og fyri at styrkja okkum halda teir fyrilestrar á møtum og á stevnum. — Ápostlasøgan 15:35.

Teir vísa øllum áhuga. Fylkisumsjónarmenn hava stóran áhuga fyri andaligu støðuni í samkomunum. Teir hava møti saman við teimum elstu og samkomutænarunum, har teir tosa um framgongdina í samkomuni og geva teimum hent ráð í sambandi við ábyrgdaruppgávurnar hjá teimum. Teir hjálpa pionerunum, so teirra tænasta kann roynast væl, og teimum dámar eisini væl at læra tey nýggju í samkomuni at kenna og hoyra um teirra andaligu framstig. Hvør einstakur av hesum brøðrunum er ósjálvsøkin og ’arbeiðir saman við okkum fyri okkum’. (2 Korintbræv 8:23) Vit eiga at taka eftir teirra trúgv og gudlýdni. — Hebrearabrævið 13:7.

  • Hvat er endamálið hjá fylkisumsjónarmonnum, tá ið teir vitja samkomurnar?

  • Hvussu kunnu hesar vitjanirnar gagna tær?