Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

19PARTUR

Hvør er hin trúgvi og skilagóði tænarin?

Hvør er hin trúgvi og skilagóði tænarin?

Andaliga føðin gagnar okkum øllum

Beint áðrenn Jesus doyði, tosaði hann við fýra av sínum lærisveinum — Pætur, Jákup, Jóhannes og Andrias. Meðan Jesus segði frá tekninum, sum skuldi vísa, at hann var hjástaddur á síðstu døgum, setti hann ein spurning av alstórum týdningi: „Hvør er so hin trúgvi og skilagóði tænarin, ið húsbóndi hansara hevur sett yvir húsfólk Sítt, at geva teimum at eta í rættari tíð?“ (Matteus 24:3, 45; Markus 13:3, 4) Jesus vissaði lærisveinarnar um, at hann sum „húsbóndi“ teirra fór at velja teir, sum á endans tíð støðugt skuldu tryggja hansara eftirfylgjarum andaliga føði. Hvør skuldi vera hesin tænarin?

Ein lítil bólkur av salvaðum lærisveinum hjá Jesusi. „Tænarin“ er Stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum. Hann gevur øllum, sum tilbiðja Jehova, andaliga føði í tøkum tíma. Vit hava tørv á, at hesin trúgvi tænarin heldur fram at geva okkum „ásetta kostin í rættari tíð“. — Lukas 12:42.

Hann syrgir fyri húsi Guds. (1 Timoteus 3:15) Jesus gav tænaranum ta stóru ábyrgdina at standa fyri arbeiðinum, sum jarðiski parturin av samskipan Jehova fremur — at hava materiellu ognir tess um hendur, leiða boðanararbeiðið og syrgja fyri, at vit verða undirvíst í samkomunum. „Trúgvi og skilagóði tænarin“ gevur okkum ta neyðugu andaligu føðina í rættari tíð. Vit fáa hesa føðina í lesnaðinum, vit nýta í boðanini, og í undirvísingini á okkara møtum og stevnum.

Tænarin er trúgvur ímóti bíbilsku sannleikunum og uppgávuni at prædika tey góðu tíðindini, og hann er skilagóður í sambandi við at taka sær av áhugamálum Kristusar á jørðini. (Ápostlasøgan 10:42) Jehova signar arbeiðið við vøkstri og eini ørgrynnu av andaligari føði. — Esaias 60:22; 65:13.

  • Hvønn valdi Jesus at geva lærisveinunum andaliga føði?

  • Á hvønn hátt er tænarin trúgvur og skilagóður?