Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

24PARTUR

Hvussu verður okkara heimsumfatandi arbeiði fíggjað?

Hvussu verður okkara heimsumfatandi arbeiði fíggjað?

Nepal

Togo

Stórabretland

Á hvørjum ári gevur og býtir okkara samskipan fleiri hundrað milliónir av Bíblium og øðrum lesnaði út fyri einki. Vit byggja og viðlíkahalda ríkissalir og deildarskrivstovur. Vit stuðla túsundtals betelarbeiðarum og trúboðarum og veita neyðhjálp, tá ið vanlukkur henda. Tú hugsar kanska: „Hvussu verður alt hetta fíggjað?“

Vit krevja einki gjald, onga tíggjund og hava onga peningainnsavning. Hóast okkara boðanararbeiði er kostnaðarmikið, krevja vit ongan eftir pengum. Fyri meiri enn eini øld síðani skrivaðu vit í ensku útgávuni av Vagttårnet í blaði nummar tvey, at vit trúgva, at Jehova stuðlar okkum, og at vit „aldrin fara at bidda ella biðja nakað menniskja um stuðul“ — og tað hava vit heldur ongantíð gjørt! — Matteus 10:8.

Okkara virksemi verður stuðlað við sjálvbodnum gávum. Nógv virðismeta okkara bíbliuundirvísing og stuðla við gávum. Sjálvi geva Jehova vitni fegin bæði tíð, orku, pengar og aðrar ognir, so Guds vilji kann verða framdur á allari jørðini. (1 Krønikubók 29:9) Í ríkissalinum og á okkara stevnum eru stuðulsbússur, sum tey, ið vilja stuðla, kunnu nýta. Tað ber eisini til at lata stuðul á okkara heimasíðu, jw.org. Sum oftast koma pengarnir frá fólkum, sum ikki eru serliga múgvandi. Tey líkjast fátæku einkjuni, sum Jesus rósti, tí hon legði tveir smápengar í tempulkistuna. (Lukas 21:1-4) Tað merkir, at øll regluliga kunnu „leggja nakað burturav“ og geva, ’eftir sum tey hava sett sær fyri í hjartanum’. — 1 Korintbræv 16:2; 2 Korintbræv 9:7.

Vit eru sannførd um, at Jehova heldur fram at ávirka hjørtuni á teimum, sum vilja ’æra hann við tí, tey eiga’, og stuðla boðanararbeiðinum, so hansara vilji verður framdur. — Orðtøkini 3:9.

  • Hvør munur er á okkara samskipan og øðrum trúarsamfeløgum?

  • Hvussu verða tær sjálvbodnu gávurnar brúktar?