Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Fert tú at gera Jehova vilja?

Fert tú at gera Jehova vilja?

Vit takka tær fyri, at tú gavst tær stundir at kanna hetta heftið fyri at læra Jehova vitni at kenna, læra um okkara virksemi og vita, hvussu okkara samskipan virkar. Vónandi hevur tað hjálpt tær at síggja, at tað eru vit, sum gera Jehova vilja í dag. Halt fram at læra meira um Gud, fortel familju og vinum, hvat tú lærir, og kom á møtini hjá okkum. — Hebrearabrævið 10:23-25.

Tú finnur út av, at jú meira tú lærir um Jehova, tess betur skilir tú, hvussu góður hann er við teg. Tú fært hug at gera alt fyri at vísa, at tú eisini elskar hann. (1 Jóhannes 4:8-10, 19) Men hvussu vísir tú í gerandisdegnum, at tú elskar Gud? Hví er tað best fyri teg at liva eftir hansara siðareglum? Og hvussu fært tú hug at gera vilja Guds saman við okkum? Hann, sum lærir teg um Bíbliuna, vil fegin kanna svarini saman við tær, so tú og familjan kunnu ’halda tykkum í kærleika Guds’ og hava vón um ævigt lív. — Judas 21.

Vit vóna, at tú eisini hevur hug at lesa bókina ’Haldið tykkum í kærleika Guds’ so tú kanst búnast og halda fram á sannleikans vegi.