Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

1. PARTUR

Hvørji eru tey góðu tíðindini?

Hvørji eru tey góðu tíðindini?

1. Hvørji eru góðu tíðindini frá Gudi?

Gud vil, at vit menniskju skulu gleðast um lívið á jørðini. Hann skapti jørðina og alt á henni, tí hann elskar okkum. Skjótt fer hann at geva menniskjum í øllum londum eina betri framtíð. Hann fer at beina fyri tí, sum er atvoldin til, at menniskju líða. — Les Jeremias 29:11.

Eingin stjórn hevur nakrantíð verið før fyri at beina fyri harðskapi, sjúku ella deyða. Men Gud hevur góð tíðindi til okkara. Skjótt fer hann at seta sína egnu stjórn í staðin fyri allar mannastjórnirnar. Tey, sum fara at liva undir hesi stjórn, kunnu gleðast um frið og góða heilsu. — Les Esaias 25:8; 33:24; Dániel 2:44.

2. Hví hava góðu tíðindini stóran týdning í dag?

Líðingar steðga ikki, fyrr enn Gud beinir fyri teimum óndu fólkunum á jørðini. (Zefanias 2:3) Nær fer tað at henda? Guds orð hevur frammanundan boðað frá viðurskiftunum, sum í løtuni hótta mannaættina. Alt tað ringa, sum hendir á jørðini, vísir, at tíðin nærkast, tá ið Gud fer at leggja uppí. — Les 2 Timoteus 3:1-5.

3. Hvat skulu vit gera?

Vit skulu læra um Gud úr hansara orði, Bíbliuni. Hon er sum eitt bræv frá einum góðum pápa. Hon sigur okkum, hvussu vit kunnu fáa eitt betri lív longu nú, og hvussu vit kunnu fáa ævigt lív á jørðini í framtíðini. Summum dámar kanska ikki, at tú fært hjálp at skilja Bíbliuna. Men vit mugu ikki lata onnur forða okkum í at fáa eina betri framtíð. — Les Orðtøkini 29:25; Opinberingina 14:6, 7.