Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

10. PARTUR

Hvussu finnur tú ta sonnu trúnna?

Hvussu finnur tú ta sonnu trúnna?

1. Er bert ein sonn trúgv?

„Varðið tykkum fyri lygiprofetunum.“ — MATTEUS 7:15.

Jesus lærdi sínar lærisveinar eina trúgv, ta sonnu trúnna. Hon er sum ein vegur, ið førir til ævigt lív, og Jesus segði, at „tey eru fá, sum finna hann“. (Matteus 7:14) Gud góðkennir bert tilbiðing, sum er grundað á hansara orð, Bíbliuna. Øll sonn kristin eru sameind í somu trúgv. — Les Jóhannes 4:23, 24; 14:6; Efesusbrævið 4:4, 5.

Hygg at filminum Góðtekur Gud allan átrúnað?

2. Hvat segði Jesus um følsk kristin?

„Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum.“ — TITUS 1:16.

Jesus ávaraði um, at falskir profetar skuldu reingja kristnu trúnna. Uttaná kunnu teir tykjast at vera sannir kristnir lærisveinar, og kirkjurnar hjá teimum halda eisini uppá, at tær fylgja Kristusi. Men tað ber til hjá tær at síggja mun á sonnum og følskum kristnum. Hvussu? Sonn kristin eru eyðkend fyri at hava góðan atburð og góðar eginleikar. Tað er bert sanna trúgvin, sum alir fram sonn kristin. — Les Matteus 7:13-23.

3. Hvussu kanst tú vita, hvørji tey sonnu kristnu eru?

Hugsa um hesi fimm eyðkenni:

  • Sonn kristin viðurkenna Bíbliuna sum Guds orð. Tey leggja seg eftir at liva eftir meginreglunum í Bíbliuni. Munur er altso á sonnu trúnni og átrúnaði, sum menniskju hava funnið uppá. (Matteus 15:7-9) Sonn kristin prædika ikki eitt og gera nakað annað. — Les Jóhannes 17:17; 2 Timoteus 3:16, 17.

  • Jesu sonnu lærisveinar brúka og æra Guds navn, Jehova. Jesus ærdi Guds navn og kunngjørdi tað. Hann hjálpti fólki at kenna Gud og lærdi tey at biðja um, at Guds navn skal verða halgað. (Matteus 6:9) Hvør trúarbólkur kunnger Guds navn, har sum tú býrt? — Les Jóhannes 17:26; Rómbrævið 10:13, 14.

  • Sonn kristin boða um Guds ríki. Gud sendi Jesus niður á jørðina at boða tey góðu tíðindini um Ríkið, sum er einasta vónin hjá mannaættini. Jesus helt fram at tosa um Guds ríki líka til tann dagin, hann doyði. (Lukas 4:43; 8:1; 23:42, 43) Hann segði, at hansara lærisveinar skuldu boða um tað. Um onkur kemur til tín at tosa um Guds ríki, hvønn trúarbólk heldur tú so, hann hoyrir til? — Les Matteus 24:14.

  • Jesu lærisveinar eru ikki ein partur av hesum ónda heimi. Tú kennir teir aftur, tí teir ikki taka lut í politikki ella leggja seg út í ymisk stríð. (Jóhannes 17:16; 18:36) Teir taka heldur ikki eftir skaðiliga atburðinum og hugburðinum í heiminum. — Les Jákup 4:4.

  • Sonn kristin hava ein einastandandi kærleika sínámillum. Guds orð lærir tey at virða øll fólkasløg. Hóast falskur átrúnaður ofta hevur veitt kríggjum dyggan stuðul, nokta sonn kristin at gera tað. (Mika 4:1-3) Sonn kristin eru ósjálvsøkin og nýta heldur sína tíð og orku til at hjálpa og uppbyggja onnur. — Les Jóhannes 13:34, 35; 1 Jóhannes 4:20.

4. Dugir tú at síggja, hvør trúgv er hin sanna?

Hvat trúarsamfelag grundar alla sína læru á Guds orð, brúkar Guds navn og kunnger, at Guds ríki er einasta vónin hjá mannaættini? Hvør bólkur av menniskjum vísir næstakærleika og tekur ikki lut í kríggi? Hvat heldur tú? — Les 1 Jóhannes 3:10-12.