Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 6

Dávid var ikki bangin

Dávid var ikki bangin

Hvat gert tú, tá ið tú ert bangin? — Tú biður kanska mammu tína og pápa tín hjálpa tær. Men ein annar kann eisini hjálpa tær. Eingin er sterkari enn hann. Veitst tú, hvør tað er? — Tað er Jehova. Nú fara vit at tosa um ein ungan mann í Bíbliuni, sum æt Dávid. Hann var ikki bangin, tí hann visti, at Jehova altíð fór at hjálpa honum.

Frá tí Dávid var heilt lítil, høvdu foreldur hansara lært hann at elska Jehova. Tí var Dávid ikki bangin, heldur ikki tá ið okkurt óhugnaligt hendi honum. Hann visti, at Jehova var hansara vinur og fór at hjálpa honum. Einaferð, meðan Dávid ansaði eftir seyði, kom ein stór leyva. Hon tók ein av seyðunum í gapið og fór avstað við honum. Veitst tú, hvat Dávid gjørdi? Hann leyp eftir leyvuni og drap hana við berum hondum! Og tá ið ein bjørn leyp á seyðin, drap Dávid eisini hana! Veitst tú, hvør hjálpti Dávidi? — Tað gjørdi Jehova.

Eina aðra ferð var Dávid serliga djarvur. Ísraelsmenn vóru í bardaga ímóti filistarum. Ein hermaður hjá filistarum var ræðuliga stórur, ein ordans risi! Hann æt Goliat. Risin flenti at hermonnunum í Ísrael og eisini at Jehova. Goliat spurdi, um nakar tordi at koma og berjast við hann. Men eingin ísraelsmaður tordi, teir vóru ov bangnir. Tá ið Dávid hoyrdi tað, segði hann við Goliat: ’Eg tori! Jehova hjálpir mær, og eg fari at vinna!’ Heldur tú ikki, at Dávid tordi væl? — Hann tordi øgiliga væl! Vilt tú vita, hvat so hendi?

Dávid tók sleingibandið hjá sær og fimm slættar steinar, og so fór hann út at berjast við risan. Tá ið Goliat sá, hvussu ungur Dávid var, flenti hann at honum. Men Dávid segði: ’Tú kemur ímóti mær við svørði, men eg komi ímóti tær í navni Jehova.’ So legði hann ein stein í sleingibandið, rann fram ímóti Goliati og slongdi steinin eftir honum. Steinurin rakti Goliat beint í pannuna! Risin small niður, hann var deyður! Filistararnir lupu avstað, so bangnir vórðu teir. Hvussu kundi ein ungur drongur sum Dávid vinna á einum risa? — Jehova hjálpti honum, og Jehova var nógv sterkari enn risin!

Dávid var ikki bangin, tí hann visti, at Jehova fór at hjálpa honum

Hvat kann søgan um Dávid læra teg? — Eingin er so sterkur sum Jehova. Og hann er tín vinur. Næstu ferð tú verður bangin, minst so til, at Jehova kann hjálpa tær at vera djarvur!

LES Í TÍNI BÍBLIU