Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví sær heimurin út, sum hann ger?

Hví sær heimurin út, sum hann ger?

Í FJØLMIÐLUNUM hoyra vit dagliga um brotsverk, kríggj og yvirgang. Og tú hevur kanska sjálvur ymiskt at stríðast við. Tað kann vera, at tú hevur ringa heilsu ella hevur mist ein av tínum kæru.

Kanska hevur tú hugsað um hesar spurningarnar:

  • Hví hendir so nógv ónt í heiminum?

  • Hvar kann eg fáa hjálp til at klára mínar trupulleikar?

  • Verður nakrantíð friður?

Tað ber faktiskt til at finna svarini í Bíbliuni.

BÍBLIAN LOVAR OKKUM EINA FANTASTISKA FRAMTÍÐ

BÍBLIAN KANN HJÁLPA TÆR

Alt hetta virkar kanska ov gott til at vera satt. Men Gud hevur faktiskt lovað at gera allar hesar broytingarnar heilt skjótt. Og Bíblian fortelur, hvussu hann fer at gera tað.

Bíblian fortelur eisini, hvussu vit kunnu blíva lukkulig og fáa eitt gott lív longu nú. Er okkurt, sum tú stúrir fyri í løtuni? Hevur tú til dømis trupulleikar við tí fíggjarliga, við heilsuni ella í familjuni? Ella hevur tú mist ein kæran? Bíblian gevur góð ráð, sum kunnu hjálpa tær í slíkum støðum. Hon svarar millum annað upp á spurningar sum hesar:

Kanska ert tú eitt sindur forvitin eftir at vita, hvat Bíblian lærir. Um so er, kann henda bókin hjálpa tær. Spurningar eru til tekstin, sum hjálpa tær at skilja Bíbliuna betur. Milliónir av menniskjum hava fingið nógv burtur úr at tosa við Jehova vitni um Bíbliuna, og tað vóna vit eisini, at tú fært. Um tú gevur tær stundir til at kanna Bíbliuna, finnur tú út av, at hon kann læra teg nógv.