Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 7

Tey deyðu fáa lívið aftur!

Tey deyðu fáa lívið aftur!

1-3. Hvussu kunnu vit siga, at vit øll eru fangar, og hvussu fer Jehova at fría okkum?

HUGSA tær, at tú vart dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri nakað, tú ikki hevði gjørt. Tú sært ongan møguleika fyri at blíva leyslatin aftur. Framtíðarútlitini eru døpur, og tú fært einki gjørt við tað. Men beint sum tú hevur mist alla vón, finnur tú út av, at onkur hevur vald at lata teg leysan, og at hann hevur lovað at hjálpa tær. Hvussu hevði tú havt tað?

2 Deyðin hevur tikið okkum øll til fanga. Og vit fáa einki gjørt við tað. Men Jehova hevur vald at fría okkum undan deyðanum, og hann hevur lovað, at „hin síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin“. – 1. Korintbræv 15:26.

3 Sum tað verður ein lætti, tá ið vit ongantíð skulu hugsa um deyðan aftur. Men hvussu við teimum, sum longu eru deyð? Jehova hevur lovað at geva teimum lívið aftur. Hugsa tær, hvussu fantastiskt tað verður! Í Esaias 26:19 stendur, at ’hini deyðu skulu livna upp aftur’. Í Bíbliuni verður hetta rópt uppreisnin.

TÁ IÐ EIN, VIT ERU GÓÐ VIÐ, DOYR

4. (a) Hvat kann geva okkum troyst, tá ið vit missa ein, vit eru góð við? (b) Hvørjar góðar vinir hevði Jesus millum annað?

4 Tá ið onkur í familjuni ella ein góður vinur doyr, kann sorgin vera so tung, at vit ikki orka at bera hana. Vit føla okkum púra hjálparleys. Vit fáa einki gjørt fyri at fáa viðkomandi aftur. Men Bíblian gevur okkum troyst. (Les 2. Korintbræv 1:3, 4.) Hon vísir, at Jehova og Jesus gjarna vilja geva okkara kæru lívið aftur. Vit kunnu kanna eitt dømi. Tá ið Jesus var á jørðini, plagdi hann ofta at vitja Lazarus og systrarnar hjá honum, Martu og Mariu. Tey vóru øll trý góðir vinir hjá Jesusi. Bíblian sigur: „Jesus elskaði Martu og systur hennara og Lazarus.“ Men so ein dagin doyði Lazarus. – Jóhannes 11:3-5.

5, 6. (a) Hvussu ávirkaði tað Jesus at síggja familju og vinir hjá Lazarusi syrgja? (b) Hví er tað ein troyst at vita, hvussu Jesus hevur tað, tá ið onkur doyr?

5 Jesus fór til Martu og Mariu fyri at troysta tær. Tá ið Marta hoyrdi, at Jesus var á veg, fór hon ímóti honum. Hon var glað fyri at síggja Jesus, men segði við hann: „Hevði Tú verið her, so hevði bróðir ikki doyð!“ Marta helt, at Jesus var komin ov seint. Eina løtu seinni møtti Jesus Mariu, sum eisini var kedd og græt. Tá ið hann sá, hvussu keddar tær vóru, bleiv hann sera rørdur og fór sjálvur at gráta. (Jóhannes 11:21, 33-35) Hann føldi ta djúpu sorgina, vit føla, tá ið vit missa ein av okkara nærmastu.

6 Tað troystar okkum at vita, at Jesus hevur tað upp á sama máta sum vit, tá ið onkur doyr. Og soleiðis hevur Jehova tað eisini. (Jóhannes 14:9) Jehova hevur vald at beina fyri deyðanum, og tað fer hann heilt skjótt at gera.

„LAZARUS, KOM ÚT!“

7, 8. Hví vildi Marta ikki, at steinurin skuldi rullast burtur? Hvat gjørdi Jesus?

7 Jesus kom til grøvina hjá Lazarusi. Ein stórur steinur var rullaður fyri inngongdina, men Jesus segði: ’Takið steinin burtur.’ Marta helt tó ikki hetta vera eitt gott hugskot, tí líkið av Lazarusi hevði longu ligið í grøvini í fýra dagar. (Jóhannes 11:39) Hon visti ikki, hvat Jesus ætlaði sær at gera.

Hugsa tær, hvussu glað øll vórðu, tá ið Lazarus fekk lívið aftur! – Jóhannes 11:38-44

8 Steinurin bleiv rullaður burtur, og Jesus rópti: „Lazarus, kom út!“ Tað, sum Marta og Maria nú sóu, var heilt ófatiligt. „Tá kom hin deyði út, bundin við líkverju um føtur og hendur.“ (Jóhannes 11:43, 44) Lazarus var á lívi! Nú kundi hann aftur vera saman við familju og vinum. Tey kundu klemma hann og práta við hann. Jesus hevði reist Lazarus upp frá deyðum. Eitt satt undur!

„GENTA, REIS TEG UPP!“

9, 10. (a) Hvør gav Jesusi megi at reisa menniskju upp frá deyðum? (b) Hví er tað ein troyst at lesa um tey, sum fingu eina uppreisn?

9 Var tað í egnari megi, at Jesus reisti menniskju upp frá deyðum? Nei, áðrenn Jesus reisti Lazarus upp, bað hann til Jehova, og Jehova gav honum megina til at reisa Lazarus upp. (Les Jóhannes 11:41, 42.) Lazarus var ikki tann einasti, sum fekk eina uppreisn. Í Bíbliuni hoyra vit til dømis um eina 12 ára gamla gentu, sum var sera sjúk. Pápi hennara, sum æt Jairus, var heilt frá sær sjálvum. Hansara einasta barn var um at doyggja, og hann bønaði Jesus um at grøða hana. Meðan hann stóð og tosaði við Jesus, komu nakrir menn og søgdu: „Dóttir tín er deyð; hví ómakar tú Meistaran longur!“ Men Jesus segði við Jairus: „Óttast ikki, trúgv bert, so skal hon verða frísk!“ Og so fór hann við Jairusi heim. Sum teir nærkaðust húsunum, sá og hoyrdi Jesus fólk gráta. Hann segði við tey: „Grátið ikki! Hon er ikki deyð, hon svevur!“ Mamman og pápin hava sikkurt hugsað um, hvat Jesus meinti við. Jesus segði við øll fólkini, at tey skuldu fara av stað, og so bað hann foreldrini koma við sær inn í rúmið, har lítla dóttir teirra lá. Jesus tók í hondina á henni og segði: „Genta, reis teg upp!“ Gentan reisti seg upp og fór at ganga. Hugsa tær, hvussu glað foreldrini blivu! Jesus hevði reist dóttur teirra upp frá deyðum. (Markus 5:22-24, 35-42; Lukas 8:49-56) Hvørja ferð tey sóu dóttur sína eftir hetta, blivu tey mint á, hvat Jehova og Jesus høvdu gjørt fyri tey. *

10 Men øll tey, sum Jesus reisti upp frá deyðum, doyðu aftur seinni. Var tað so til onga nyttu, at hann gjørdi tað? Nei, als ikki. Hesar frásøgurnar í Bíbliuni geva okkum vón. Jehova vil gjarna geva teimum, sum eru deyð, lívið aftur, og hann fer eisini at gera tað.

HVAT KUNNU VIT LÆRA?

Pætur ápostul reisti eina kvinnu, sum æt Dorkas, upp frá deyðum. – Ápostlasøgan 9:36-42

Elisa reisti ein drong upp frá deyðum. – 2. Kongabók 4:32-37

11. Hvat lærir Prædikarin 9:5 okkum um Lazarus?

11 Bíblian sigur: „Hini deyðu vita einki.“ (Prædikarin 9:5) Og soleiðis var tað eisini hjá Lazarusi. Jesus segði, at tað var sum, at Lazarus bara hevði sovið. (Jóhannes 11:11) Tá ið Lazarus lá í grøvini, visti hann als einki.

12. Hvussu vita vit, at Lazarus bleiv reistur upp frá deyðum?

12 Nógv sóu tað, tá ið Jesus reisti Lazarus upp. Sjálvt fíggindar Jesusar vistu, at hann hevði gjørt hetta undrið. Lazarus var á lívi, og tað prógvaði, at undrið var farið fram. (Jóhannes 11:47) Nógv fólk komu at vitja Lazarus, og tey fóru at trúgva upp á, at tað var Gud, sum hevði sent Jesus. Fíggindarnir hjá Jesusi blivu illir um hetta, og tí ætlaðu teir at drepa bæði Jesus og Lazarus. – Jóhannes 11:53; 12:9-11.

13. Hvussu vita vit, at Jehova er førur fyri at geva teimum deyðu lívið aftur?

13 Jesus segði, at „øll tey, sum eru í grøvunum“, skulu fáa eina uppreisn. (Jóhannes 5:28) Øll, sum Jehova goymir í sínum minni, verða livandi aftur. Men um Jehova skal kunna reisa onkran upp frá deyðum, má hann minnast alt um tann persónin. Ger hann virkuliga tað? Hugsa um hetta: Milliardir av stjørnum eru í alheiminum, og Bíblian sigur, at Jehova veit, hvussu hvør einasta stjørna eitur. (Les Esaias 40:26.) Tá ið hann minnist, hvussu allar stjørnurnar eita, minnist hann sjálvandi eisini alt um tey, sum hann fer at reisa upp frá deyðum. Jehova hevur skapt alt, so vit kunnu vera vís í, at hann hevur megi at geva teimum deyðu lívið aftur.

14, 15. Hvat læra orðini hjá Job okkum um uppreisnina?

14 Ein trúfastur tænari hjá Jehova, sum æt Job, ivaðist ikki í, at tey deyðu fáa lívið aftur. Hann spurdi: „Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur!“ Og so segði hann við Jehova: „Tú skuldi tá rópt, og eg skuldi svarað, Tær skuldi longst eftir handaverki Tínum.“ Job visti altso, at Jehova gleðir seg til at geva teimum deyðu lívið aftur. – Job 14:13-15.

15 Hvørjar kenslur vekur tað í tær, at tey deyðu kunnu fáa lívið aftur? Tað er sanniliga ein stór troyst at vita, at Jehova gleðir seg til at reisa fólk upp frá deyðum. Men tú hugsar kanska: ’Hvussu við mínari familju og vinfólkum, sum eru deyð, fáa tey eisini eina uppreisn?’ Bíblian vísir, hvør fær eina uppreisn, og hvar tey skulu liva. Tað fara vit at kanna nærri.

’TEY SKULU HOYRA RØDD HANSARA OG KOMA FRAM’

16. Hvussu verður lívið hjá teimum, sum fáa eina uppreisn her á jørðini?

16 Tey, sum blivu vakt upp frá deyðum á Bíbliunnar døgum, kundu aftur vera saman við familju og vinum her á jørðini. Soleiðis fer tað eisini at vera í framtíðini, bara uppaftur betri. Hvussu tá? Tey, sum fáa lívið aftur her á jørðini, fáa møguleika at liva í allar ævir. Og heimurin verður eisini heilt øðrvísi, enn hann er í dag. Hvørki kríggj, kriminalitetur ella sjúka fer at vera til.

17. Hvør fær eina uppreisn?

17 Hvør fær eina uppreisn? Jesus segði, at ’øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara, og koma fram’. (Jóhannes 5:28, 29) Og í Opinberingini 20:13 stendur: „Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru.“ Ja, milliardir av menniskjum verða livandi aftur. Paulus ápostul segði eisini, at „uppreisn verður, bæði av rættvísum og órættvísum“. (Les Ápostlasøguna 24:15.) Hvat vil tað siga?

Í paradísinum verða tey deyðu reist upp og sleppa at vera saman við sínum kæru aftur

18. Hvørji eru tey rættvísu, sum fáa eina uppreisn?

18 Tey rættvísu eru millum annað nøkur, sum tilbóðu Jehova, langt áðrenn Jesus kom niður á jørðina. Til dømis verða Nóa, Ábraham, Sára, Móses, Rutt og Ester millum tey, sum fáa eina uppreisn og skulu liva aftur her á jørðini. Tú kanst lesa um nøkur av teimum í 11. kapitli í Hebrearabrævinum. Hvat við trúføstum tænarum hjá Jehova, sum doyggja nú á døgum? Teir hoyra eisini til tey rættvísu, sum fáa eina uppreisn.

19. Hvørji eru tey órættvísu, og hvønn møguleika fáa tey?

19 Tey órættvísu eru øll tey menniskjuni, sum ikki høvdu møguleika at læra Jehova at kenna, áðrenn tey doyðu. Men Jehova hevur ikki gloymt tey. Hann fer at reisa tey upp frá deyðum og geva teimum møguleika at læra um hann og at tæna honum.

20. Hvørji fáa ikki eina uppreisn?

20 Vil tað siga, at øll, sum eru deyð, fáa eina uppreisn? Nei. Jesus segði, at tey, sum eru í Gehenna, ikki skuldu fáa lívið aftur. Gehenna verður umsett „helviti“ í teimum føroysku bíbliutýðingunum. (Lukas 12:5) Hvør ger av, um eitt menniskja fær lívið aftur ella ikki? Jehova hevur givið Jesusi myndugleika at vera „dómari yvir livandi og deyðum“, men hann er sjálvur tann hægsti dómarin. (Ápostlasøgan 10:42) Jehova fer ikki at reisa tey upp, sum eru ónd og ikki vilja broyta seg. – Les endagrein 19.

NØKUR FÁA LÍV Í HIMLI

21, 22. (a) Hvat vil tað siga at blíva reistur upp til lív í himli? (b) Hvør var tann fyrsti, sum bleiv reistur upp til lív í himli?

21 Bíblian sigur eisini, at nøkur menniskju fáa lív í himli. Tá ið tey verða reist upp frá deyðum, fáa tey ikki fysiskar kroppar, men blíva andaskapningar.

22 Jesus var tann fyrsti, sum fekk eina sovorðna uppreisn. (Jóhannes 3:13) Tríggjar dagar eftir at Jesus bleiv dripin, gav Jehova honum lívið aftur. (Sálmur 16:10; Ápostlasøgan 13:34, 35) Men Jesus fekk ikki ein fysiskan kropp. Pætur ápostul greiddi frá, at Jesus „leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum“. (1. Pætursbræv 3:18) Jesus fekk lív sum ein veldigur andaskapningur. (1. Korintbræv 15:3-6) Men Bíblian sigur, at hann ikki skuldi vera tann einasti, sum fekk eina sovorðna uppreisn.

23, 24. Hvat er ’lítla fylgið’, sum Jesus tosaði um, og hvussu nógv eru við í tí?

23 Beint áðrenn Jesus doyði, segði hann við sínar trúføstu lærisveinar: „Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.“ (Jóhannes 14:2) Hetta merkir, at nøkur av teimum, sum fylgdu Jesusi, skuldu vera saman við honum í himli. Hvussu nógv? Jesus segði, at tað bara vóru nøkur fá. Hann nevndi tey eitt ’lítið fylgi’. (Lukas 12:32) Jóhannes ápostul segði, akkurát hvussu stórt talið var. Hann slapp at síggja Jesus standa á Zionsfjalli í himli saman við 144.000. – Opinberingin 14:1.

24 Nær skuldu tey 144.000 verða reist upp? Bíblian sigur, at tað skuldi vera aftan á, at Jesus var farin at ráða sum kongur í himli. (1. Korintbræv 15:23) Og nú hevur Jesus verið kongur í eina tíð, so tey flestu av teimum 144.000 eru longu reist upp til lív í himli. Tey, sum eru eftir á jørðini av teimum 144.000, verða reist upp til himmals í tí løtuni, tey doyggja. Men flestøll menniskju, sum eru deyð, fáa eina uppreisn einaferð í framtíðini og skulu liva í einum paradísi her á jørðini.

25. Hvat snýr næsti kapittulin seg um?

25 Jehova fer heilt skjótt at fría menniskjuni undan deyðanum, og deyðin verður ikki til longur! (Les Esaias 25:8.) Vit hava lært, at nøkur skulu liva í himli. Men hvat skulu tey gera har? Í Bíbliuni stendur, at tey skulu ráða saman við Jesusi í eini ríkisstjórn. Tann næsti kapittulin snýr seg um ta stjórnina.

^ par. 9 Fleiri frásøgur eru í Bíbliuni um nøkur, sum blivu reist upp frá deyðum. Tað vóru bæði ung og gomul, menn og kvinnur, ísraelsfólk og fremmand. Nakrar av frásøgunum eru at finna her: 2. Kongabók 4:32-37; 13:20, 21; Lukas 7:11-17; Ápostlasøgan 9:36-42; 20:7-12.