Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 8

Hvat er Guds ríki?

Hvat er Guds ríki?

1. Hvørja kenda bøn fara vit at kanna nærri?

NÓGV kenna bønina faðirvár. Jesus brúkti hesa bønina til at vísa lærisveinunum, hvussu teir skuldu biðja. Hvat skuldu teir biðja um? Og hví hevur henda bønin týdning fyri okkum?

2. Nevn trý týðandi ting, sum Jesus lærdi okkum at biðja um.

2 Jesus segði: „Tit [skulu] biðja soleiðis: ’Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt! Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!’“ (Les Matteus 6:9-13.) Hví lærdi Jesus okkum at biðja um hesi trý tingini? – Les endagrein 20.

3. Hvat fáa vit at vita um Guds ríki í hesum kapitlinum?

3 Vit hava longu lært, at Gud eitur Jehova. Og vit hava eisini hoyrt, hvat Guds ætlan er við okkum menniskjum og jørðini. Men hvat meinti Jesus við, tá ið hann segði: „Komi ríki Títt“? Í hesum kapitlinum fáa vit at vita, hvat Guds ríki er, hvat tað fer at gera, og hvussu tað fer at halga Guds navn.

HVAT ER GUDS RÍKI?

4. Hvat er Guds ríki, og hvør er kongur har?

4 Guds ríki er ein stjórn, sum Jehova hevur stovnað í himli, og hann hevur valt Jesus til kong. Jesus er „Kongur konganna og Harri harranna“. (1. Timoteusarbræv 6:15) Jesus hevur størri vald enn allir stjórnarleiðarar á jørðini til samans, og hann er førur fyri at gera alt í heiminum gott aftur.

5. Hvar hevur Guds ríki sæti, og hvørjum skal tað ráða yvir?

5 Fjøruti dagar eftir at Jesus var reistur upp frá deyðum, fór hann aftur til himmals. (Ápostlasøgan 2:33) Seinni setti Gud hann til kong í sínum ríki. Guds ríki hevur sæti í himli og skal ráða yvir jørðini. (Opinberingin 11:15) Tí sigur Bíblian um Guds ríki, at tað er eitt ’himmalskt ríki’. – 2. Timoteusarbræv 4:18.

6, 7. Hví er Jesus ein betri kongur enn allir kongar á jørðini?

6 Bíblian sigur, at Jesus er tann einasti, ’sum hevur ódeyðiligleika’, og tí er hann mektigari enn allir kongar á jørðini. (1. Timoteusarbræv 6:16) Allir stjórnarleiðarar doyggja fyrr ella seinni, men Jesus fer ongantíð at doyggja. Alt tað góða, Jesus fer at gera fyri okkum, varir í allar ævir.

7 Í Bíbliuni stendur, at Jesus fer at vera ein góður og rættvísur kongur: „Á Honum skal hvíla Andi HARRANS, Andi vísdóms og vits, Andi ráðs og styrki, Andi kunnskapar og ótta HARRANS. Hugur Hansara skal standa til at óttast HARRAN; Hann skal ikki døma eftir tí, ið eygu Hansara síggja, og ikki skifta rætt eftir tí, ið oyru Hansara hoyra; nei, Hann skal við rættvísi døma tey, ið lítið hava at týða.“ (Esaias 11:2-4) Kundi tú hugsað tær ein sovorðnan kong?

8. Hvussu vita vit, at Jesus ikki skal ráða einsamallur?

8 Jehova hevur útvalt nakrar menn og kvinnur, sum skulu ráða saman við Jesusi í Guds ríki. Til dømis segði Paulus ápostul við Timoteus: „Halda vit út, skulu vit eisini ráða við Honum.“ (2. Timoteusarbræv 2:12) Hvussu nógv skulu vera kongar saman við Jesusi?

9. Hvussu nógv skulu ráða saman við Jesusi? Nær fór Jehova undir at velja tey út?

9 Í 7. kapitli lósu vit, at Jóhannes ápostul fekk eina sjón og sá Jesus sum kong í himli saman við 144.000 øðrum kongum. Hvørji eru tey 144.000? Jóhannes sigur: „Hetta eru teir, ið fylgja lambinum [Jesusi], hvar tað so fer. Hesir eru keyptir frá menniskjunum.“ (Les Opinberingina 14:1, 4.) Tey 144.000 eru trúføst kristin, sum Gud hevur valt at vera kongar saman við Jesusi yvir jørðini. Tá ið tey doyggja, verða tey reist upp til lív í himli. (Opinberingin 20:6) Í fyrstu øld fór Jehova undir at velja tey, sum skuldu hoyra til tey 144.000.

10. Hví er tað gott, at Jesus og tey 144.000 skulu ráða yvir menniskjunum?

10 Tá ið vit hugsa um, hvørji Jehova hevur valt at ráða í sínum ríki, er tað týðiligt, at hann er góður við okkum. Jesus verður ein góður kongur, tí hann skilur, hvussu tað er at vera menniskja. Paulus segði, at Jesus følir við okkum og hevur „samkenslu við veikleikum okkara“. Hann „er freistaður [ella royndur] í øllum á sama hátt sum vit“. (Hebrearabrævið 4:15; 5:8) Og tey 144.000 vita, hvussu tað er at stríðast við ófullkomileika og sjúku. So vit kunnu vera vís í, at bæði Jesus og tey 144.000 skilja, hvussu vit hava tað, og kunnu seta seg inn í okkara trupulleikar.

HVAT FER GUDS RÍKI AT GERA?

11. Hví lærdi Jesus sínar lærisveinar at biðja um, at Guds vilji skuldi henda í himli?

11 Jesus lærdi sínar lærisveinar at biðja um, at Guds vilji skuldi henda í himli og á jørð. Hví skuldu teir biðja um, at Guds vilji skuldi henda í himli? Vit lósu í 3. kapitli, at Satan Djevulin gjørdi uppreistur ímóti Jehova. Eftir hetta loyvdi Jehova Satani og teimum óndu einglunum at verða verandi í himli í eina tíð. So tað vóru ikki øll í himli, sum gjørdu Guds vilja. Vit hoyra meira um hetta í 10. kapitli.

12. Hvørjar tvær týðandi hendingar verða nevndar í Opinberingini 12:10?

12 Opinberingin kapittul 12 vísir, at Jesus, stutt eftir at hann var blivin kongur í Guds ríki, skuldi fara í bardaga ímóti Satani. (Les Opinberingina 12:7-10.) * Í ørindi 10 verða tvær týðandi hendingar nevndar: Guds ríki byrjar at ráða við konginum Jesusi á odda, og Satan verður kastaður úr himli niður á jørðina. Sum vit fara at lesa seinni, er hetta longu hent.

13. Hvat hendi í himli, tá ið Satan bleiv blakaður út?

13 Hugsa tær, hvussu glaðir teir trúføstu einglarnir vóru, tá ið Satan og hansara óndu einglar blivu blakaðir út úr himli. Í Bíbliuni stendur: „Fegnist tí, tit Himlar og tit, sum í teimum búgva!“ (Opinberingin 12:12) Nú er friður og einleiki í himli, tí øll, sum eru har, gera Guds vilja.

Síðani Satan og hansara óndu einglar blivu blakaðir út úr himli, eru viðurskiftini í heiminum versnað. Men skjótt fer Gud at broyta alt til tað betra

14. Hvat er hent á jørðini, síðani Satan bleiv blakaður út úr himli?

14 Men støðan er ein heilt onnur her á jørðini. Nógv ræðuligt hendir, ’tí Djevulin er komin niður til okkara í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt’. (Opinberingin 12:12) Satan er rasandi. Hann er blakaður út úr himli, og hann veit, at hann skjótt ikki sleppur at ávirka menniskjuni longur. Og tí roynir hann alt, hann er mentur, at skapa trupulleikar, sorg og pínu á allari jørðini.

15. Hvat er Guds ætlan við jørðini?

15 Men Guds ætlan við jørðini er ikki broytt. Hann vil, at menniskju skulu hava tað gott og búgva í einum paradísi á jørðini í allar ævir. (Sálmur 37:29) Men hvussu fer Guds ríki at syrgja fyri tí?

16, 17. Hvat lærir Dániel 2:44 okkum um Guds ríki?

16 Í Dániel 2:44 stendur: „Á teimum døgum ið hesir kongar eru, skal Gud Himmalsins grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki skal ongari aðrari tjóð verða givið í hendur; tað skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ Hvat lærir hetta bíbliuørindið okkum um Guds ríki?

17 Fyri tað fyrsta læra vit, at Guds ríki skuldi byrja at ráða „á teimum døgum ið hesir kongar eru“. Tað merkir, at aðrar ríkisstjórnir framvegis skuldu vera á jørðini, tá ið Guds ríki fór at ráða. Fyri tað annað læra vit, at Guds ríki skuldi halda fram at ráða í allar ævir, og at eingin onnur stjórn skuldi koma í staðin fyri tað. Og fyri tað triðja skuldi kríggj vera millum Guds ríki og allar aðrar ríkisstjórnir. Guds ríki fer at vinna og verður tað einasta ríkið, sum skal ráða yvir jørðini. Tá fáa vit ta bestu stjórnina, sum hugsast kann!

18. Hvussu eitur kríggið millum Guds ríki og ríkisstjórnirnar á jørðini?

18 Hvat fer at henda beint áðrenn kríggið millum Guds ríki og ríkisstjórnirnar á jørðini? Teir óndu einglarnir fara at villleiða „kongarnar á øllum jarðarríki“ og „savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda“. Í hesum krígnum, sum verður rópt Harmageddon, fara heimsins leiðarar altso at berjast ímóti Guds ríki. – Opinberingin 16:14, 16; les endagrein 10.

19, 20. Hví hava vit brúk fyri Guds ríki?

19 Hví hava vit brúk fyri Guds ríki? Vit kunnu nevna tríggjar grundir. Ein er, at vit øll eru syndarar og tí blíva gomul og doyggja. Men tá ið Guds ríki ræður, fáa vit ævigt lív. Í Jóhannes 3:16 stendur: „So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.“

20 Ein onnur grund til, at vit hava brúk fyri Guds ríki, er, at vit liva í einum heimi, sum er fullur av óndskapi. Nógv lúgva, snýta og eru ómoralsk, og vit kunnu ikki forða teimum í tí. Men Gud fer at beina fyri teimum í Harmageddon, um tey ikki vilja broyta seg. (Les Sálm 37:10.) Ein triðja grund til, at vit hava brúk fyri Guds ríki, er, at eingin stjórn á jørðini hevur verið før fyri at loysa trupulleikarnar í heiminum. Nógvar ríkisstjórnir eru korruptar og kúga sínar borgarar, og tær hava als ongan áhuga í at hjálpa menniskjum at læra Gud at kenna. Bíblian sigur tað, sum tað er: „Eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.“ – Prædikarin 8:9.

21. Hvussu fer Guds ríki at syrgja fyri, at Guds vilji hendir á jørðini?

21 Eftir Harmageddon fer Guds ríki at syrgja fyri, at Guds vilji hendir á jørðini. Til dømis fer tað at beina fyri Satani og hansara óndu einglum. (Opinberingin 20:1-3) Við tíðini fer eingin at blíva sjúkur og doyggja. Loysigjaldið ger, at øll trúføst menniskju sleppa at liva um ævir í einum paradísi her á jørðini. (Opinberingin 22:1-3) Guds ríki fer eisini at halga Guds navn. Tað merkir, at tá ið Guds ríki ræður, fara øll menniskju at vísa Jehova og hansara navni virðing. – Les endagrein 21.

NÆR BLEIV JESUS KONGUR?

22. Hvussu vita vit, at Jesus hvørki bleiv kongur, meðan hann var á jørðini, ella beint sum hann kom aftur til himmals?

22 Jesus bleiv ikki kongur, meðan hann var á jørðini, tí hann lærdi sínar lærisveinar at biðja um, at Guds ríki skuldi koma. Ríkið var altso ikki stovnað enn. Jesus bleiv heldur ikki kongur, beint tá ið hann kom aftur til himmals. Tað síggja vit út frá tí, sum bæði Pætur og Paulus skrivaðu, eina tíð eftir at Jesus var blivin reistur upp. Teir vístu á, at profetiin í Sálmi 110:1 var um Jesus. Í profetiini sigur Jehova: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!“ (Ápostlasøgan 2:32-35; Hebrearabrævið 10:12, 13) Hvussu leingi skuldi Jesus bíða, áðrenn Jehova fór at gera hann til kong?

Guds ríki fer at syrgja fyri, at Guds vilji hendir á jørðini

23. (a) Nær bleiv Jesus kongur? (b) Hvat fáa vit svar upp á í næsta kapitli?

23 Síðst í 19. øld fór ein lítil bólkur av kristnum monnum at kanna Bíbliuna gjølla, og teir komu fram til, at 1914 skuldi vera eitt serligt ár. Síðani 1914 hava viðurskiftini í heiminum víst, at teir høvdu rætt. Tað var tað árið, Jesus bleiv kongur. (Sálmur 110:2) Skjótt aftaná bleiv Satan kastaður niður á jørðina, og nú hevur hann bara stutta tíð eftir. (Opinberingin 12:12) Bíblian rópar hetta stutta tíðarskeiðið fyri teir síðstu dagarnar. Liva vit í tí tíðini nú? Nær fer Guds ríki at fullføra Guds vilja her á jørðini? Tað fáa vit svar upp á í næsta kapitli. – Les endagrein 22.

^ par. 12 Mikael er eitt annað navn fyri Jesus. Fleiri upplýsingar eru at finna í endagrein 23.