Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 9

Er heimsins endi nær?

Er heimsins endi nær?

1. Hvar kunnu vit fáa nakað at vita um framtíðina?

HEVUR tú nakrantíð hugt at tíðindunum og hugsað: ’Nú kann tað ikki blíva verri’? Tað hendir so nógv ónt í heiminum, at nøkur halda, at heimsins endi er nær. Er hann tað? Ber tað til at fáa nakað at vita um framtíðina? Ja, men vit menniskju eru ikki før fyri at spáa um hana. Tað er bara Jehova Gud, sum veit, hvat fer at henda við okkum og jørðini í framtíðini, og hann fortelur okkum tað í Bíbliuni. – Esaias 46:10; Jákupsbrævið 4:14.

2, 3. Hvat vildu lærisveinarnir hjá Jesusi vita, og hvat svaraði Jesus?

2 Tá ið vit lesa um heimsins enda í Bíbliuni, er talan ikki um, at sjálv jørðin verður oyðiløgd, men at allur óndskapur fær ein enda. Jesus segði, at Guds ríki skuldi ráða yvir jørðini. (Lukas 4:43) Lærisveinarnir hjá honum vóru forvitnir og spurdu hann: „Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“ (Matteus 24:3) Jesus nevndi ikki nakran ávísan dag, men hann fortaldi teimum, hvat fór at henda beint áðrenn heimsins enda. Tað, sum hann fortaldi, hendir beint nú.

3 Hesin kapittulin vísir á nøkur prógv fyri, at heimsins endi er nær. Men fyrst skulu vit hoyra um ein bardaga, sum fór fram í himli, tí tað kann hjálpa okkum at skilja, hví so nógv ræðuligt hendir á jørðini.

BARDAGI Í HIMLI

4, 5. (a) Hvat hendi í himli, stutt eftir at Jesus bleiv kongur? (b) Hvussu skuldi tað sambært Opinberingini 12:12 vera á jørðini, eftir at Satan var blakaður út úr himli?

4 Vit hoyrdu í 8. kapitli, at Jesus bleiv kongur í himli í 1914. (Dániel 7:13, 14) Í Opinberingini fáa vit meira at vita um, hvat hendi tá. Har stendur: „Bardagi varð í Himli: Mikael [Jesus] og einglar hansara tóku at berjast við drekan [Satan], og drekin og einglar hansara bardust.“ Satan og hansara óndu einglar taptu bardagan og blivu kastaðir niður á jørðina. Hugsa tær, hvussu glaðir einglarnir í himli vóru! Men Bíblian sigur, at tað fór at fáa ræðuligar avleiðingar fyri menniskjuni á jørðini. Hví tað? Jú, Djevulin er í øðini, „tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt“. – Opinberingin 12:7, 9, 12.

5 Djevulin roynir at gera tað so trupult hjá menniskjunum sum gjørligt. Hann er rasandi, tí skjótt fer Gud at forða honum í at gera meira um seg á jørðini. Men latið okkum venda aftur til tað, sum Jesus segði skuldi henda á teimum síðstu døgunum. – Les endagreinarnar 23 og 24.

TEIR SÍÐSTU DAGARNIR

6, 7. Hvussu er tað, sum Jesus segði um kríggj og hungursneyð, gingið út?

6 Kríggj. Jesus segði: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.“ (Matteus 24:7) Sambært eini fráboðan frá Worldwatch Institute eru meira enn 100 milliónir menniskju deyð í kríggi síðani 1914, og tað eru fleiri enn nakrantíð áður. Tey 100 árini millum ár 1900 og ár 2000 doyðu tríggjar ferðir fleiri í kríggi enn tey undanfarnu 1.900 árini til samans! Tað er ræðuligt at hugsa um alla ta neyð og pínu, sum kríggj hevur verið orsøk til.

7 Hungursneyð. Jesus segði: „Hungur ... skal vera.“ (Matteus 24:7) Vit hava ongantíð framleitt so nógvan mat sum nú, og kortini fáa nógv ikki nokk at eta. Hví? Antin tí tey ikki hava ráð til at keypa mat, ella tí tey ikki eiga nakra jørð at dyrka. Umleið 10 prosent av heimsins íbúgvum liva í ekstremum fátækradømi. Sambært Heimsheilsustovninum, WHO, er hungursneyð høvuðsorsøkin til, at milliónir av børnum doyggja hvørt ár.

8, 9. Hvussu er tað, sum Jesus segði um jarðskjálvtar og sjúkur, gingið út?

8 Jarðskjálvtar. Jesus segði: „Stórir jarðskjálvtar skulu vera.“ (Lukas 21:11) Hvørt ár hoyra vit um nógvar stórar jarðskjálvtar. Síðani ár 1900 eru fleiri enn tvær milliónir fólk deyð í jarðskjálvtum. Og sjálvt um tað ber til at uppdaga jarðskjálvtar fyrr enn áður, krevja teir framvegis nógv offur.

9 Sjúkur. Jesus segði, at pestur skuldi vera. Ræðuligar sjúkur skuldu herja og drepa nógv. (Lukas 21:11) Hóast nógvar sjúkur kunnu viðgerast vegna læknafrøðilig framstig, eru framvegis nógvar sjúkur, sum ikki kunnu grøðast. Hvørt ár doyggja milliónir av krabbameini, tuberklum og øðrum sjúkum. Aftrat tí hevur mann tey seinastu 40 árini uppdagað meira enn 30 nýggjar sjúkur, og fleiri av teimum kunnu ikki grøðast.

HVUSSU SKULDU MENNISKJUNI VERA Á SÍÐSTU DØGUM?

10. Hvussu gongur 2. Timoteusarbræv 3:1-5 út í dag?

10 Í 2. Timoteusarbrævi 3:1-5 stendur: „Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir.“ Síðani verður sagt, hvussu menniskju skuldu vera á teimum síðstu døgunum. Tey skuldu ...

  • vera sjálvsøkin

  • elska pengar

  • vera ólýðin ímóti foreldrum

  • vera óálítandi

  • vera kærleiksleys í familjuni

  • mangla sjálvstamarhald

  • vera illsint og harðlig

  • elska at stuttleika sær og njóta lívið í staðin fyri at elska Gud

  • lata sum um, at tey elska Gud, men nokta at akta hann

11. Hvat fer at henda við teimum óndu sambært Sálmi 92:8?

11 Eru fólk soleiðis, har sum tú býrt? Tað er í hvussu er nakað, sum eyðkennir nógv fólk um allan heimin. Men Gud fer skjótt at gera nakað við tað. Hann lovar: „Táið gudleys [ella tey óndu] grógva sum grasið, og øll tey, ið gera órætt, blóma, so er tað bert til at verða oydd við alla.“ – Sálmur 92:8.

GÓÐ TÍÐINDI

12, 13. Hvat hevur Jehova lært okkum?

12 Bíblian sigur, at heimurin skuldi vera fullur av óndskapi, sorg og pínu á teimum síðstu døgunum. Men hon sigur eisini, at nakað gott skuldi henda.

„Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki.“ – Matteus 24:14

13 Fólk skuldu skilja Bíbliuna. Dániel profetur skrivaði, hvat skuldi henda á teimum síðstu døgunum. Hann segði: „Kunnskapurin skal verða stórur.“ (Dániel 12:4) Jehova skuldi lata sítt fólk skilja Bíbliuna betur enn nakrantíð áður. Hetta hevur hann serliga gjørt síðani 1914. Hann hevur til dømis lært okkum, hvørja ætlan hann hevur við jørðini og menniskjunum, hvønn týdning hansara navn hevur, hvat loysigjaldið er, hvat hendir, tá ið vit doyggja, og at tey deyðu fáa lívið aftur. Vit hava lært, at tað bara er Guds ríki, sum kann loysa heimsins trupulleikar. Og vit hava fingið at vita, hvat skal til fyri at blíva lukkuligur, og hvussu vit kunnu gleða Gud. Hvat hava nógv gjørt, eftir at tey hava fingið alt hetta at vita? Svarið er at finna í nøkrum, Jesus segði um teir síðstu dagarnar. – Les endagreinarnar 21 og 25.

14. Hvar verða tey góðu tíðindini um Guds ríki boðað, og hvør er tað, sum boðar?

14 Tey góðu tíðindini skuldu boðast um allan heimin. Tá ið Jesus tosaði um teir síðstu dagarnar, segði hann: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki.“ (Matteus 24:3, 14) Tey góðu tíðindini um Guds ríki verða boðað í umleið 240 londum og á meira enn 1.000 málum. Jehova vitni úr „øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum“ fortelja øðrum, hvat Guds ríki er, og hvat tað fer at gera fyri mannaættina. Og tey gera tað ókeypis. (Opinberingin 7:9) Jesus segði eisini, at nógv fóru at hata tey og forfylgja teimum, men einki kann steðga boðanararbeiðinum. – Lukas 21:17.

HVAT FERT TÚ AT GERA?

15. (a) Hvat sannførir teg um, at vit liva á teimum síðstu døgunum? (b) Hvat fer at henda við teimum, sum akta Jehova, og teimum, sum ikki akta hann?

15 Heldur tú, at vit liva á teimum síðstu døgunum? Nógvar profetiir um teir síðstu dagarnar ganga út beint nú. Jehova fer skjótt at steðga boðanararbeiðinum, og „tá skal endin koma“. (Matteus 24:14) Hvat er „endin“? Tað er Harmageddon, Guds kríggj, sum beinir fyri øllum óndskapi. Jesus og hansara einglar fara at beina fyri øllum teimum, sum ikki vilja akta Jehova og Jesus. (2. Tessalonikabræv 1:6-9) Eftir tað kunnu Satan og hansara óndu einglar ikki ávirka menniskjuni longur. Men tey, sum akta Gud og stuðla hansara ríki, sleppa at uppliva, at øll Guds lyfti ganga út. – Opinberingin 20:1-3; 21:3-5.

16. Hvat er neyðugt at gera, nú tá ið endin er so nær?

16 Hesin heimurin, sum Satan hevur ræði yvir, verður skjótt burtur. Tí er tað sera umráðandi, at vit spyrja okkum sjálv: ’Hvat eigi eg at gera?’ Jehova vil, at tú skalt læra hann betur at kenna. Tí mást tú taka tað at kanna Bíbliuna í álvara. (Jóhannes 17:3) Jehova vitni hava møti hvørja viku. Har fáa vit hjálp til at skilja Bíbliuna. Royn at koma á hesi møtini so ofta sum gjørligt. (Les Hebrearabrævið 10:24, 25.) Finnur tú út av, at tú noyðist at gera nakrar broytingar, mást tú endiliga gera tað. Tí so verður títt vinalag við Jehova enn betri. – Jákupsbrævið 4:8.

17. Hví kemur heimsins endi óvart á tey flestu?

17 Paulus ápostul greiddi frá, at hesin óndi heimurin verður fyribeindur, tá ið tey flestu ikki vænta tað. Hann segði faktiskt, at dagurin skuldi koma líka óvæntað „sum tjóvur á nátt“. (1. Tessalonikabræv 5:2) Jesus segði, at nógv fóru at vera líkaglað við prógvini, sum vísa, at vit liva á síðstu døgum. Hann segði: „Eins og var á døgum Nóa, so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur [ella á síðstu døgum]. Sum tey á døgunum fyri flóðina ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa fór inn í ørkina, og tey vitstu av ongum [góvu ikki gætur, NW], fyrrenn flóðin kom og tók tey øll – so skal eisini vera, táið Menniskjasonurin kemur.“ – Matteus 24:37-39.

18. Hvørja ávaring gav Jesus okkum?

18 Jesus ávaraði okkum og segði, at vit skuldu ansa okkum fyri „nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi“, so endin ikki skuldi koma á okkum knappliga „eins og snerra“. Hann segði, at endin skuldi koma „á øll tey, sum á allari jørðini búgva“. Og so legði hann aftrat: „Vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“ (Lukas 21:34-36) Hví er tað so umráðandi at lurta eftir hesi ávaringini frá Jesusi? Tí óndi heimurin hjá Satani skjótt verður fyribeindur. Bara tey, sum Jehova og Jesus góðkenna, yvirliva endan og sleppa at liva í allar ævir á jørðini. – Jóhannes 3:16; 2. Pætursbræv 3:13.