Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 10

Einglar og illir andar

Einglar og illir andar

1. Hví er tað gott at vita nakað um einglarnar?

JEHOVA vil, at vit skulu kenna hansara familju, sum millum annað fevnir um einglarnar. Í Bíbliuni verða teir róptir „synir Guds“. (Job 38:7) Hvat gera einglarnir? Hvussu hava teir hjálpt menniskjum fyrr í tíðini? Og kunnu teir hjálpa okkum í dag? – Les endagrein 8.

2. Hvar koma einglarnir frá? Hvussu nógvir einglar eru til?

2 Fyri fyrst er tað gott at vita, hvar einglarnir koma frá. Tá ið Jehova hevði skapt Jesus, „bleiv alt annað í himlinum og á jørðini skapt“. (Kolossebrævið 1:16, NW) So einglarnir blivu eisini skaptir. Bíblian sigur, at teir eru fleiri hundrað milliónir í tali. – Sálmur 103:20; Opinberingin 5:11.

3. Hvat sigur Job 38:4-7 okkum um einglarnar?

3 Í Bíbliuni stendur, at Jehova skapti einglarnar, áðrenn hann skapti jørðina. Teir tæntu Jehova sum ein stór familja. Hvussu ávirkaði tað einglarnar, tá ið teir sóu jørðina fyri fyrstu ferð? Jobs bók sigur okkum, at teir blivu øgiliga glaðir. – Job 38:4-7.

EINGLARNIR HJÁLPA GUDS FÓLKI

4. Hvussu vita vit, at einglarnir eru góðir við menniskjuni?

4 Einglarnir hava altíð verið góðir við menniskjuni, og teir hava altíð verið áhugaðir í at vita, hvørja ætlan Jehova hevur við jørðini og menniskjunum. (Orðtøkini 8:30, 31; 1. Pætursbræv 1:11, 12) Teir blivu uttan iva ógvuliga keddir, tá ið Ádam og Eva gjørdu uppreistur. Og teir mugu vera enn meira keddir nú, tá ið teir síggja, at tey flestu menniskjuni hava vent Jehova bakið. Men tá ið onkur vendir við og velur at tæna Gudi, verða teir glaðir. (Lukas 15:10) Einglarnir eru sera góðir við tey, sum tæna Gudi. Jehova brúkar einglar til at hjálpa sínum tænarum her á jørðini og til at verja teir. (Hebrearabrævið 1:14) Latið okkum kanna nøkur dømi.

„Gud mín sendi eingil Sín og læt aftur munn leyvanna.“ – Dániel 6:23

5. Hvussu hava einglar hjálpt menniskjum?

5 Jehova sendi tveir einglar til Lot og hansara familju fyri at hjálpa teimum at flýggja, tá ið býirnir Sodoma og Gomorra skuldu leggjast í oyði. (1. Mósebók 19:15, 16) Fleiri hundrað ár seinni bleiv Dániel profetur kastaður í eitt leyvubøli, men einki hendi við honum, tí Gud „sendi eingil Sín og læt aftur munn leyvanna“. (Dániel 6:23) Tá ið Pætur ápostul sat fongslaður, sendi Jehova ein eingil, sum skuldi føra hann út úr fongslinum. (Ápostlasøgan 12:6-11) Einglar hjálptu eisini Jesusi, meðan hann var á jørðini. Tað gjørdu teir millum annað, eftir at hann var blivin doyptur. (Markus 1:13) Og beint áðrenn Jesus bleiv dripin, kom ein eingil og „styrkti Hann“. – Lukas 22:43.

6. (a) Hvussu vita vit, at einglar hjálpa Guds fólki í dag? (b) Hvørjar spurningar fara vit at fáa svar upp á?

6 Nú á døgum vísa einglar seg ikki fyri menniskjum. Men Gud brúkar framvegis einglarnar til at hjálpa sínum tænarum. Bíblian sigur: „Eingil HARRANS tekur støðu rundan um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út.“ (Sálmur 34:8) Hava vit veruliga brúk fyri, at nakar verjir okkum? Ja, tí vit hava sterkar fíggindar, sum vilja skaða okkum. Hvørjir eru teir? Hvar koma teir frá? Og hvussu royna teir at skaða okkum? Fyri at fáa svar upp á hesar spurningarnar mugu vit vita, hvat hendi, stutt eftir at Ádam og Eva blivu skapt.

ÓSJÓNLIGIR FÍGGINDAR

7. Hvat hevur Satan klárað?

7 Í 3. kapitli lósu vit um ein eingil, sum gjørdi uppreistur ímóti Gudi og vildi ráða yvir menniskjum. Bíblian kallar hann Satan Djevulin. (Opinberingin 12:9) Satan vildi eisini hava onnur at gera uppreistur ímóti Gudi. Hann kláraði at lumpa Evu, og síðani tá hevur hann lumpað tey flestu menniskjuni. Men nøkur vórðu verandi trúføst móti Jehova, sum til dømis Ábel, Enok og Nóa. – Hebrearabrævið 11:4, 5, 7.

8. (a) Hvat var tað, sum gjørdi, at nakrir einglar blivu til illar andar? (b) Hvat gjørdu teir illu andarnir fyri at yvirliva vatnflóðina?

8 Á Nóa døgum gjørdu nakrir einglar uppreistur og fóru niður á jørðina at liva sum menniskju. Hví gjørdu teir tað? Bíblian sigur, at teir vildu sleppa at gifta seg við kvinnum her á jørðini. (Les 1. Mósebók 6:2.) Men tað var ikki rætt av teimum. (Judasarbrævið 6) Hesir óndu einglarnir vóru ógvisligir og harðligir, og tey flestu, sum livdu tá, blivu líka sum teir. Jehova valdi at beina fyri teimum óndu menniskjunum í eini vatnflóð, sum kom yvir alla jørðina. Men hann bjargaði sínum trúføstu tænarum. (1. Mósebók 7:17, 23) Hvussu við teimum óndu einglunum? Teir fóru aftur til himmals fyri at yvirliva. Bíblian rópar hesar óndu einglarnar fyri illar andar. Teir valdu at taka undir við Satani í uppreistrinum, og hann kom at ráða yvir teimum. – Matteus 9:34.

9. (a) Hvat hendi við illu andunum, tá ið teir fóru aftur til himmals? (b) Hvørjum fara vit at hyggja nærri at nú?

9 Av tí at teir illu andarnir høvdu gjørt uppreistur, sluppu teir ikki aftur at vera ein partur av familjuni hjá Jehova. (2. Pætursbræv 2:4) Tað ber ikki longur til hjá illum andum at broyta seg til menniskju, men teir ávirka og lumpa framvegis allan heimin. (Opinberingin 12:9; 1. Jóhannesarbræv 5:19) Latið okkum finna út av, hvussu teir illu andarnir eru førir fyri at lumpa so nógv. – Les 2. Korintbræv 2:11.

HVUSSU LUMPA ILLIR ANDAR MENNISKJU?

10. Hvussu lumpa teir illu andarnir menniskju?

10 Teir illu andarnir lumpa menniskju upp á nógvar ymiskar mátar. Tá ið fólk fáast við tað yvirnatúrliga, koma tey í veruleikanum í samband við teir illu andarnar, antin beinleiðis ella gjøgnum onkran annan, sum til dømis eina spákonu ella ein andamanara. Bíblian sigur, at vit skulu halda okkum langt burtur frá øllum, sum hevur við illar andar og okkultismu at gera. (Galatiabrævið 5:19-21) Hví sigur hon tað? Tí eins og ein veiðimaður brúkar eina fellu til at fanga djór í, royna teir illu andarnir at lokka okkum í eina fellu, so teir kunnu fáa vald á okkum. – Les endagrein 26.

11. Hvat er spádómur, og hví skulu vit halda okkum frá tí?

11 Eitt, sum illu andarnir brúka, er spádómur. Tað vil siga at royna at fáa nakað at vita um framtíðina ella tað ókenda gjøgnum yvirnatúrligar kreftir. Summi gera hetta við at lesa horoskop, brúka eina krystallkúlu ella spáa í lógvanum á fólki. Nógv halda, at sovorðið er púra óskyldigt, men tað er tað ikki. Tað er sera vandamikið. Bíblian vísir, at illir andar og tey, sum spáa, samstarva. Í Ápostlasøguni 16:16-18 lesa vit um ein spádómsanda, sum hjálpti einari gentu at spáa um framtíðina. Men tá ið Paulus ápostul hevði rikið andan út, misti gentan henda førleikan.

12. (a) Hví er tað vandamikið at royna at tosa við tey deyðu? (b) Hví halda Jehova vitni seg frá ymiskum siðum?

12 Teir illu andarnir brúka eisini nakað annað til at lumpa fólk. Teir royna at fáa okkum at halda, at tey deyðu liva víðari í einum øðrum heimi, at vit kunnu tosa við tey, og at tey kunnu skaða ella hjálpa okkum. Onkur, sum hevur mist ein kæran, fer kanska til ein andamanara, sum sigur seg kunna tosa við tey deyðu. Andamanarin sigur kanska okkurt áhugavert um tann deyða og hermir kanska enntá eftir røddini hjá viðkomandi. (1. Sámuelsbók 28:3-19) Fólk kunnu halda, at tað er tann deyði, sum tosar, men sannleikin er, at tey fáa samband við teir illu andarnar. Nógvir siðir í sambandi við jarðarferðir byggja eisini á tankan um, at tey deyðu liva víðari. Jehova vitni taka ikki lut í slíkum siðum, og tí kann tað koma fyri, at vinir og skyldfólk kritisera tey, háða tey ella nokta at hava nakað við tey at gera. Men tey deyðu liva ikki víðari nakrastaðni. Tað ber ikki til at tosa við tey, og tey kunnu hvørki skaða ella hjálpa okkum. (Sálmur 115:17) So ver varin. Royn ongantíð at fáa samband við tey deyðu ella teir illu andarnar, og halt teg burtur frá øllum, sum hevur við tað okkulta at gera. – Les 5. Mósebók 18:10, 11; Esaias 8:19.

13. Hvat hevur eydnast hjá nógvum, sum fyrr ræddust teir illu andarnar?

13 Teir illu andarnir royna ikki bara at lumpa fólk, men eisini at gera tey bangin. Satan og hansara illu andar vita, at Gud skjótt fer at forða teimum í at gera meira um seg á jørðini, og tí eru teir meira ógvisligir og harðligir enn nakrantíð. (Opinberingin 12:12, 17) Men túsundtals menniskju, sum fyrr ræddust teir illu andarnar, ræðast teir ikki longur. Hvat hjálpti teimum at sleppa av við hesa ræðsluna?

VINN STRÍÐIÐ ÍMÓTI ILLU ANDUNUM

14. Hvussu kunnu vit gera okkum leys av teimum illu andunum?

14 Bíblian vísir, hvussu vit kunnu verja okkum ímóti illu andunum, og hvussu vit kunnu gera okkum leys av teimum. Í býnum Efesus vóru nøkur, sum fingust við tað okkulta, áðrenn tey blivu kristin. Hvussu gjørdu tey seg leys av tí? Bíblian sigur: „Mong av teimum, ið høvdu fingist við at ganda, bóru saman bøkur sínar og brendu tær upp fyri eygum alra.“ (Ápostlasøgan 19:19) Av tí at tey gjarna vildu vera kristin, beindu tey fyri øllum bókum, sum tey áttu um gand. Nakað líknandi krevst í dag. Øll, sum vilja tæna Jehova, mugu sleppa sær av við alt, sum hevur við okkultismu at gera. Tað fevnir um alt, sum fær gand, illar andar og tað yvirnatúrliga at virka óskyldigt og spennandi. Tað kundi til dømis verið bøkur, bløð, horoskop, filmar, tónleikur, spøl ella plakatir. Og tað er eisini galdandi fyri amulettir og ymiskt annað, sum fólk hava uppi á sær fyri at verja seg ímóti tí ónda. – 1. Korintbræv 10:21.

15. Hvat annað kunnu vit gera fyri at standa ímóti Satani og illu andunum?

15 Nøkur ár eftir at tey í Efesus høvdu brent bøkurnar um gand, skrivaði Paulus, at tey skuldu halda fram at stríðast ímóti ’andaheri óndskaparins’. (Efesusbrævið 6:12) Illu andarnir royndu altso framvegis at skaða tey, sjálvt um tey høvdu brent bøkurnar. Tey noyddust at gera nakað meira. Paulus segði við tey: „Lyftið ... skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.“ (Efesusbrævið 6:16) Eins og ein skjøldur kann verja ein hermann í bardaga, kann okkara trúgv verja okkum. Um vit líta á, at Jehova kann verja okkum, verða vit før fyri at standa ímóti Satani og illu andunum. – Matteus 17:20.

16. Hvussu kunnu vit fáa sterkari trúgv?

16 Hvussu kunnu vit fáa sterkari trúgv? Vit mugu lesa í Bíbliuni hvønn dag og læra at líta á, at Jehova verjir okkum. Tá ið vit líta fult og fast á Jehova, eru Satan og illu andarnir ikki førir fyri at skaða okkum. – 1. Jóhannesarbræv 5:5.

17. Hvat meira kunnu vit gera fyri at verja okkum ímóti illu andunum?

17 Hvat meira skuldu tey kristnu í Efesus gera? Har í býnum var tað vanligt, at fólk fingust við okkultismu. Og tí segði Paulus, at tey skuldu biðja ofta. (Efesusbrævið 6:18) Tey máttu biðja aftur og aftur til Jehova, tí tey høvdu brúk fyri hansara verju. Hvussu við okkum? Vit liva eisini í einum heimi, sum er fullur av okkultismu. Tí er tað umráðandi, at vit biðja til Jehova um hjálp, og at vit brúka hansara navn, tá ið vit biðja. (Les Orðtøkini 18:10.) Halda vit fram at biðja Jehova frelsa okkum frá Satani, svarar hann okkara bønum. – Sálmur 145:19; Matteus 6:13.

18, 19. (a) Hvussu kunnu vit vinna bardagan ímóti Satani og illu andunum? (b) Hvat fáa vit svar upp á í næsta kapitli?

18 Lykilin til at standa ímóti Satani og illu andunum er at sleppa sær av við alt, sum hevur við okkultismu at gera, og at líta á, at Jehova verjir okkum. Vit skulu ikki ræðast teir. (Les Jákupsbrævið 4:7, 8.) Jehova er nógv sterkari enn illu andarnir. Hann straffaði teir á Nóa døgum, og í framtíðini fer hann at beina fyri teimum. (Judasarbrævið 6) Minst til, at vit ikki eru einsamøll í stríðnum. Jehova brúkar sínar einglar til at verja okkum. (2. Kongabók 6:15-17) Við hjálp frá Jehova kunnu vit vinna bardagan ímóti Satani og illu andunum. Ivast ongantíð í tí! – 1. Pætursbræv 5:6, 7; 2. Pætursbræv 2:9.

19 Men tá ið Satan og illu andarnir gera so nógv ónt, hví hevur Gud so ikki beint fyri teimum enn? Tað fáa vit svar upp á í næsta kapitli.