Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 16

Vel at tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan

Vel at tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan

1, 2. Hvørja avgerð mást tú taka, og hví er tað umráðandi?

NÚ MEÐAN tú hevur kannað Bíbliuna, hevur tú helst uppdagað, at nógv trúgvandi faktiskt gera ymiskt, sum Gudi ikki dámar. (2. Korintbræv 6:17) Tí sigur Jehova, at vit skulu fara út úr ’Bábylon hini stóru’, tað vil siga øllum følskum átrúnaði. (Opinberingin 18:2, 4) Vit mugu altso øll velja, um vit vilja tilbiðja Gud, soleiðis sum vit altíð hava gjørt, ella soleiðis sum hann vil hava okkum at tilbiðja seg.

2 Kanska hevur tú longu kvett sambandið við falskan átrúnað, og um so er, er tað gott. Men innast inni heldur tú kanska enn, at nakað av tí, sum hevur við falskan átrúnað at gera, er ringt at sleppa. Latið okkum kanna nakrar siðir og vita, hví tað hevur so stóran týdning, at vit hava somu áskoðan á teir, sum Jehova hevur.

HALGIMYNDIR OG AT BIÐJA TIL TEY DEYÐU

3. (a) Hví halda summi kanska, at tað er ringt at halda uppat at brúka halgimyndir? (b) Hvat sigur Bíblian um at brúka halgimyndir, tá ið vit tilbiðja Gud?

3 Nøkur hava í nógv ár verið von við at brúka halgimyndir ella aðrar lutir í síni tilbiðing av Gudi. Um tú ert ein av teimum, følist tað kanska løgið ella enntá skeivt at tilbiðja Gud uttan nakrar lutir. Men minst til, at Jehova hevur fortalt okkum, hvussu vit skulu tilbiðja hann. Og Bíblian vísir týðiliga, at hann ikki vil hava okkum at brúka halgimyndir í okkara tilbiðing. – Les 2. Mósebók 20:4, 5; Sálmur 115:4-8; Esaias 42:8; 1. Jóhannesarbræv 5:21.

4. (a) Hví skulu vit ikki biðja til deyð skyldfólk? (b) Hví segði Jehova við ísraelsmenn, at teir ikki skuldu royna at fáa samband við tey deyðu?

4 Nøkur brúka nógva tíð og orku upp á at royna at gleða síni deyðu skyldfólk. Tey tosa kanska við tey og biðja til teirra. Men sum vit hava lært, liva tey deyðu ikki víðari nakrastaðni, og tí kunnu tey hvørki hjálpa ella skaða okkum. Tað er faktiskt vandamikið at royna at fáa samband við tey. Ein boðskapur, sum sær út til at koma frá einum deyðum skyldfólki, kemur í veruleikanum frá illum andum. Tí segði Jehova við ísraelsmenn, at teir ikki skuldu royna at fáa samband við tey deyðu ella fáast við nakað slag av okkultismu. – 5. Mósebók 18:10-12; les endagreinarnar 26 og 31.

5. Hvat kann hjálpa tær at halda uppat at brúka halgimyndir ella at fylgja siðum, sum hava við okkultismu at gera?

5 Hvat kann hjálpa tær at halda uppat at brúka halgimyndir ella at fylgja siðum, sum hava við okkultismu at gera? Les í Bíbliuni, og hugsa um, hvat Jehova heldur um sovorðið. Tað er týðiligt, at hann heldur tað vera eina „andstygd“, tað vil siga, at honum als ikki dámar tað. (5. Mósebók 27:15) Bið til Jehova hvønn dag. Bið hann hjálpa tær at hava somu áskoðan sum hann og at tilbiðja hann, soleiðis sum hann vil. (Esaias 55:9) Tú kanst vera vísur í, at Jehova fer at geva tær ta neyðugu styrkina til at sleppa øllum, sum hevur við falskan átrúnað at gera.

HVAT SIGUR BÍBLIAN UM JÓLINI?

6. Hví valdi mann tann 25. desember til at hátíðarhalda, at Jesus bleiv føddur?

Jólini eru ein tann best umtókta høgtíðin í heiminum, og tey flestu halda, at jólini verða hildin fyri at hátíðarhalda, at Jesus bleiv føddur. Men jólini hava faktiskt røtur í falskari tilbiðing. Eitt leksikon greiðir frá, at rómverjar hátíðarhildu føðingardagin hjá sólini tann 25. desember. Av tí at kirkjan vildi hava fleiri heidningar at blíva kristnar, gjørdi mann av at halda føðingardagin hjá Jesusi henda sama dagin, sjálvt um hann ikki bleiv føddur tá. (Lukas 2:8-12) Lærisveinarnir hjá Jesusi hildu ikki jól. Ein bók sigur, at tey fyrstu 200 árini eftir Jesu føðing, „visti eingin, akkurát nær hann varð føddur, og tey flestu vóru líkaglað“. (Sacred Origins of Profound Things) Tað var ikki fyrr enn, umleið 300 ár eftir at Jesus var á jørðini, at fólk fóru at halda jól.

7. Hví halda sonn kristin ikki jól?

7 Nógv vita, at jólini og jólasiðirnir hava heidnan uppruna. Fyri umleið 350 árum síðani var tað bannað at halda jól í Onglandi og summastaðni í Amerika, av tí at tað var ein heiðin veitsla. Tað var enntá revsivert at halda jól. Men við tíðini fóru fólk aftur at halda jól. Sonn kristin royna altíð at gera tað, sum Gudi dámar, og tí halda tey ikki jól.

HVAT SIGUR BÍBLIAN UM FØÐINGARDAGAR?

8, 9. Hví hildu tey fyrstu kristnu ikki føðingardag?

8 Eitt annað, sum hevur stóran týdning fyri nógv, er at halda sín egna føðingardag. Er tað í lagi, at kristin gera tað? Bíblian nevnir bara tveir føðingardagar, og teir, sum hildu hesar føðingardagarnar, tilbóðu ikki Jehova. (1. Mósebók 40:20; Markus 6:21) Føðingardagar blivu eisini hildnir fyri at æra falskar gudar. Eitt leksikon sigur: „Fornkirkjan metti siðin at vera heidnan.“ (Den Store Danske Encyklopædi) Tey fyrstu kristnu hildu altso ikki føðingardag.

9 Teir gomlu rómverjarnir og grikkarnir trúðu, at ein andi var hjástaddur, hvørja ferð eitt menniskja bleiv føtt, og at andin skuldi verja persónin alt lívið. „Hesin andin hevði eitt gátuført samband við tann gudin, ið hevði føðingardag sama dag sum nýfødda barnið,“ sigur ein bók um føðingardagar. – The Lore of Birthdays.

10. Hví eiga kristin ikki at halda føðingardag?

10 Jehova dámar ikki veitslur, sum hava samband við falskan átrúnað. (Esaias 65:11, 12) Og tí halda sonn kristin hvørki føðingardag ella nakað annað, sum hevur við falskan átrúnað at gera.

HEVUR TAÐ SO NÓGV AT SIGA?

11. Hví velja nógv at halda ymiskar høgtíðir? Hvat eigur at hava størstan týdning?

11 Nógv vita, at jól og aðrar høgtíðir hava heidnan uppruna, men tey halda tær kortini. Tey halda, at høgtíðir eru eitt gott høvi at hugna sær saman við familjuni. Er tað soleiðis, tú hevur tað? Tað er sjálvandi ikki skeivt, at tú gjarna vilt vera saman við familjuni, tí soleiðis hevur Jehova skapt okkum. Hann vil, at vit skulu hava tað gott saman í familjuni. Men tað eigur at hava størri týdning at hava eitt gott samband við Jehova enn at gleða skyldfólk við at halda høgtíðir saman við teimum. Tí segði Paulus: „Rannsakið, hvat Harranum toknast!“ – Efesusbrævið 5:10.

12. Hvat ger, at Jehova ikki kann góðkenna eina høgtíð?

12 Nógv halda ikki, at tað hevur so nógv at siga, hvar ein høgtíð stavar frá. Men tað heldur Jehova. Hann góðkennir ikki høgtíðir, sum hava við falskan átrúnað at gera, ella sum heiðra eitt menniskja ella eitt land. Egyptar hildu til dømis nógvar høgtíðir fyri sínum følsku gudum. Eftir at ísraelsmenn vóru farnir út úr Egyptalandi, tóku teir eina av hesum høgtíðunum til sín og róptu hana eina „høgtíð fyri HARRANUM“. Men Jehova straffaði teir fyri tað. (2. Mósebók 32:2-10) Sum Esaias profetur segði, mugu vit ikki ’nema nakað óreint’. – Les Esaias 52:11.

VER BLÍÐUR OG VÍS VIRÐING

13. Hvørjir spurningar stinga seg kanska upp, um tú velur at halda uppat at halda ávísar høgtíðir?

13 Fleiri spurningar kunnu stinga seg upp, um tú velur at halda uppat at halda ávísar høgtíðir. Til dømis: ’Hvat skal eg siga, um ein arbeiðsfelagi spyr, hví eg ikki haldi jól? Hvat skal eg gera, um onkur gevur mær eina jólagávu? Hvat skal eg gera, um hjúnafelagin væntar, at eg haldi eina høgtíð? Hvussu kann eg hjálpa børnunum, so tey ikki verða kedd, tí vit ikki halda jól ella føðingardag?’

14, 15. Hvat kanst tú gera, um onkur til dømis sigur gleðilig jól við teg ella gevur tær eina jólagávu?

14 Tú mást brúka vit og skil. Um onkur til dømis sigur gleðilig jól við teg, kanst tú kanska bara siga takk fyri, heldur enn at lata sum einki. Men um onkur gjarna vil vita meira, kanst tú forklára, hví tú ikki heldur eina ávísa høgtíð. Tó mást tú altíð vera blíður, fólkaligur og vísa virðing. Bíblian sigur: „Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!“ (Kolossebrævið 4:6) Tú kundi kanska fortalt teimum, at tær dámar væl at vera saman við øðrum og eisini at geva gávur, men at tú hevur valt at lata vera við at gera tað í sambandi við ávísar høgtíðir.

15 Hvat skalt tú gera, um onkur til dømis gevur tær eina jólagávu? Tað sigur Bíblian einki um, men hon sigur, at vit altíð skulu hava góða samvitsku. (1. Timoteusarbræv 1:18, 19) Tann, sum vil geva tær eina gávu, veit kanska ikki, at tú ikki heldur jól. Tað kann eisini vera, at hann sigur: ’Eg veit væl, at tú ikki heldur jól, men eg vil gjarna geva tær hesa gávuna allíkavæl.’ Í báðum førum er tað upp til tín, um tú vilt taka ímóti gávuni ella ikki. Men uttan mun til, hvat tú velur at gera, er tað umráðandi at varðveita eina góða samvitsku. Vit vilja ikki gera nakað, sum kann skaða okkara samband við Jehova.

HUGSA UM FAMILJUNA

Tú verður glaður, tá ið tú gert Guds vilja

16. Hvat skalt tú gera, um tey í familjuni gjarna vilja halda jól ella føðingardag?

16 Hvat skalt tú gera, um tey í familjuni gjarna vilja halda jól ella føðingardag? Tú skalt sjálvandi ikki fara at skeldast við tey. Tey hava rætt til sjálv at velja, hvat tey vilja gera. Ver vinarligur og vís virðing fyri teirra avgerðum, tí tú vilt jú eisini gjarna, at tey skulu virða tínar avgerðir. (Les Matteus 7:12.) Men hvat kanst tú gera, um familjan gjarna vil, at tú skalt vera saman við teimum um jóltíðir ella í sambandi við aðrar høgtíðir? Bið Jehova hjálpa tær at taka ta røttu avgerðina, og kanna eitt sindur um høgtíðina. Hugsa teg væl um, og set tær fyri at gleða Jehova.

17. Hvussu kanst tú hjálpa børnunum, um tey føla, at tey missa nakað?

17 Hvussu kanst tú hjálpa børnunum, um tey halda tað vera keðiligt, at tit ikki halda jól ella føðingardagar? Tú kundi kanska gjørt okkurt serligt fyri tey av og á ella givið teimum gávur, tá ið tey ikki vænta tað. Eitt tað besta, tú kanst gera fyri tey, er at brúka tíð saman við teimum og vísa teimum, at tú elskar tey.

TILBIÐ GUD UPP Á TANN RÆTTA MÁTAN

18. Hví skulu vit ganga á møti?

18 Jehova væntar, at vit kvetta sambandið við falskan átrúnað og alt, sum hevur við sovorðið at gera. Men vit mugu eisini vísa í gerðum, at vit tilbiðja Gud upp á tann rætta mátan. Hvussu gera vit tað? Millum annað við at ganga á møti hjá Jehova vitnum. (Les Hebrearabrævið 10:24, 25.) Hesi møtini eru ein sera týðandi partur av at tæna Jehova. (Sálmur 22:23; 122:1) Á møtunum kunnu vit gleða og styrkja hvørt annað. – Rómbrævið 1:12.

19. Hví er tað umráðandi at fortelja øðrum um tað, sum tú hevur lært við at kanna Bíbliuna?

19 Tað er eisini umráðandi at fortelja øðrum um tað, sum tú hevur lært við at kanna Bíbliuna. Nógv eru sera kedd um alt tað ræðuliga, sum hendir í heiminum. Kanska kennir tú onkran, sum hevur tað so. So kanst tú fortelja honum ella henni, hvussu fantastiskt alt verður í framtíðini. Tá ið tú kemur á møtini, og tá ið tú fortelur øðrum um Bíbliuna, fert tú ikki longur at sakna nakað, sum hevur við falskan átrúnað at gera. Vel at tilbiðja Jehova upp á tann rætta mátan. Tá verður tú glaður og nøgdur, og Jehova fer at geva tær nógv meira, enn tú nakrantíð kundi droymt um! – Malakias 3:10.