Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 19

Varðveit títt vinalag við Jehova

Varðveit títt vinalag við Jehova

1, 2. Hvør kann geva okkum tryggleika í dag?

ÍMYNDA tær, at tú ert uttandura, tá ið illveður brestir á. Tað dregur á luftina, snarljósini skyggja og toran gongur. Og so fer at oysa niður. Tú roynir at finna eitt stað at kroka. Tá ið tú endiliga kemur inn onkustaðni, kennist tað sum ein lætti.

2 Vit eru í einari líknandi støðu í dag. Viðurskiftini í heiminum versna. Kanska hugsar tú um, hvar tú kanst kenna teg tryggan. Eitt sálmaskald skrivaði: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“ (Sálmur 91:2) Ja, Jehova kann vera okkara skjól og geva okkum tryggleika longu nú, og hann gevur okkum eina fantastiska framtíðarvón.

3. Hvat mugu vit gera, um vit vilja hava Jehova at verja okkum?

3 Hvussu kann Jehova verja okkum? Hann kann hjálpa okkum at klára okkara trupulleikar, og hann er nógv sterkari enn tey, sum eru ímóti okkum. Sjálvt um vit skuldu upplivað okkurt keðiligt nú, kunnu vit vera vís í, at Jehova fer at gera alt gott aftur í framtíðini. Bíblian eggjar okkum til at ’halda okkum í kærleika Guds’. (Judasarbrævið 21) Vit mugu varðveita okkara vinalag við Jehova, tí so hjálpir hann okkum, uttan mun til hvat hendir. Men hvussu gera vit tað?

VÍS, AT TÚ ERT TAKKSAMUR FYRI GUDS KÆRLEIKA

4, 5. Hvussu hevur Jehova víst, at hann elskar okkum?

4 Tá ið vit skilja, hvussu góður Jehova er við okkum, fáa vit hug at varðveita okkara vinalag við hann. Hugsa um alt tað, sum Jehova hevur gjørt fyri okkum. Hann hevur givið okkum eina vakra jørð við eini rúgvu av hugtakandi plantum og djórum. Hann skapti jørðina soleiðis, at vit kunnu fáa reint vatn og nógvan góðan mat. Hann hevur eisini givið okkum Bíbliuna, sum sigur okkum, hvussu hann eitur, og hvussu hann er. Fram um alt vísti hann sín stóra kærleika til okkara, tá ið hann sendi sín elskaða son, Jesus, niður á jørðina at geva sítt lív fyri okkum. (Jóhannes 3:16) Og av tí at hann gjørdi tað, hava vit eina frálíka framtíðarvón.

5 Jehova hevur sett eina stjórn á stovn í himli, messianska ríkið, sum skjótt fer at gera enda á allari neyð, sorg og pínu. Hetta ríkið fer at syrgja fyri, at jørðin verður eitt paradís, og at øll menniskju verða lukkulig og liva friðarliga saman í allar ævir. (Sálmur 37:29; Matteus 5:5) Eitt annað, sum vísir, hvussu góður Jehova er við okkum, er, at hann lærir okkum, hvussu vit kunnu fáa eitt gott lív longu nú. Hann vil eisini, at vit skulu biðja til hansara, og hann er altíð til reiðar at lurta eftir okkum. Tað er týðiligt, at Jehova elskar hvønn einstakan av okkum.

6. Hvussu eigur alt tað, sum Jehova hevur gjørt fyri okkum, at ávirka okkum?

6 Tá ið vit hugsa um alt tað, sum Jehova hevur gjørt fyri okkum, er tað natúrligt, at vit verða takksom. Men tíverri eru nógv í dag ótakksom, og tað vóru fólk eisini, tá ið Jesus var á jørðini. Einaferð grøddi Jesus tíggju spitalskar menn, men bara ein takkaði honum fyri tað. (Lukas 17:12-17) Vit hava so nógv at takka Jehova fyri, og tað er umráðandi, at vit gera tað.

7. Hvat segði Jesus um at elska Jehova?

7 Vit mugu eisini vísa, at vit elska Jehova. Jesus segði við lærisveinarnar, at teir skuldu elska Jehova av øllum hjarta, av allari sál og av øllum huga. (Les Matteus 22:37.) Hvat meinti hann við?

8, 9. Hvussu kunnu vit vísa Jehova, at vit elska hann?

8 Hvat ber tað í sær at elska Jehova av øllum hjarta, allari sál og øllum huga? Tað er ikki nokk bara at siga, at vit elska hann, vit mugu eisini vísa tað. (Matteus 7:16-20) Bíblian sigur, at tann, sum elskar Gud, heldur hansara boð. Og tað er ikki strævið, tí „boð Hansara eru ikki tung“. – Les 1. Jóhannesarbræv 5:3.

9 Tá ið vit akta Jehova, fáa vit eitt gott lív. (Esaias 48:17, 18) Men hvat kann hjálpa okkum at varðveita okkara vinalag við Jehova? Latið okkum vita.

HALT FRAM AT STYRKJA TÍTT VINALAG VIÐ JEHOVA

10. Hví skalt tú halda fram at læra meira um Jehova?

10 Hvussu bleivst tú vinur við Jehova? So hvørt sum tú kannaði Bíbliuna, lærdi tú Jehova at kenna og bleivst hansara vinur. Tykkara vinalag kann samanberast við eitt bál, sum tú vilt halda lív í. Eins og tú mást leggja meira brenni á bálið, um tað skal blíva við at brenna, mást tú halda fram at læra um Jehova fyri at varðveita vinalagið við hann. – Orðtøkini 2:1-5.

Tú mást gera nakað fyri at halda lív í tínum kærleika til Jehova

11. Hvussu kann tað, sum Bíblian lærir, ávirka teg?

11 Meira tú kannar Bíbliuna, meira fer tað at ávirka teg. Legg merki til, hvussu tað ávirkaði tveir lærisveinar, tá ið Jesus forkláraði nakrar profetiir fyri teimum. Teir søgdu við hvønn annan: „Brann ikki hjartað í okkum, táið Hann talaði við okkum á vegnum og læt okkum upp skriftirnar!“ – Lukas 24:32.

12, 13. (a) Hvat kundi hent við okkara kærleika til Jehova? (b) Hvussu kunnu vit varðveita okkara vinalag við Jehova?

12 Tá ið lærisveinarnir hjá Jesusi skiltu Skriftirnar, ávirkaði tað teirra kenslur. Og tá ið tú byrjaði at skilja Bíbliuna, ávirkaði tað kanska teg á líknandi hátt. Tú lærdi Jehova at kenna og fórt at elska hann. Men um tú ikki ansar eftir, kann hesin kærleikin kólna. – Matteus 24:12.

13 Tað er altso neyðugt at leggja orku í, um tú vilt varðveita títt vinalag við Jehova. Tú mást halda fram at læra um hann og Jesus og hugsa um, hvussu tú kanst brúka tað, sum tú lærir. (Jóhannes 17:3) Tá ið tú lesur og kannar Bíbliuna, kanst tú spyrja teg sjálvan: ’Hvat lærir hetta meg um Jehova? Hvussu fær hetta meg at elska Jehova enn meira?’ – 1. Timoteusarbræv 4:15.

14. Hvussu hjálpir bøn okkum at varðveita vinalagið við Jehova?

14 Fyri at varðveita vinalagið við ein góðan vin mugu vit tosa ofta við hann. Á líknandi hátt varðveita vit okkara vinalag við Jehova, um vit ofta tosa við hann í bøn. (Les 1. Tessalonikabræv 5:17.) Bønin er ein gáva frá Jehova, og hann vil, at vit skulu siga honum, akkurát hvussu vit hava tað. (Sálmur 62:9) Okkara bønir skulu ikki bara blíva sum ein ramsa, nei, tað, vit siga, skal koma frá hjartanum. Og halda vit fram at kanna Bíbliuna og biðja inniligar bønir, varðveita vit eitt gott vinalag við Jehova.

TOSA VIÐ ONNUR UM JEHOVA

15, 16. Hví heldur tú, at tað hevur stóran týdning at tosa við onnur um sína trúgv?

15 Eitt annað, vit kunnu gera fyri at varðveita okkara vinalag við Jehova, er at tosa við onnur um okkara trúgv. Tað er ein stórur framíhjárættur at sleppa at fortelja øðrum um Jehova. (Lukas 1:74, 75) Haraftrat segði Jesus, at øll kristin hava skyldu at boða um Guds ríki. Kanska hevur tú longu prøvað tað. – Matteus 24:14; 28:19, 20.

16 Paulus virðismetti boðanararbeiðið, hann rópti tað enntá ein skatt. (2. Korintbræv 4:7) Tað hevur stóran týdning at tosa við onnur um Jehova og hansara vilja. Tað er ein partur av okkara tilbiðing, og Jehova gleðist um tað, vit gera fyri hann. (Hebrearabrævið 6:10) Vit fara ikki bara í boðanina fyri okkara egnu skyld, nei, vit gera tað eisini fyri onnur. Hugsa tær, hvussu fantastiskt tað er at kunna hjálpa øðrum at gerast vinir við Jehova og fáa møguleika at liva um ævir! (Les 1. Korintbræv 15:58.) Tað er tað besta, vit kunnu gera!

17. Hví hevur boðanararbeiðið størri týdning nú enn nakrantíð?

17 Boðanararbeiðið hevur størri týdning nú enn nakrantíð. Vit mugu ’prædika orðið og vera íðin’. (2. Timoteusarbræv 4:2) Fólk hava brúk fyri at hoyra um Guds ríki, tí Bíblian sigur: „Nær er dagur HARRANS, hin stóri; hann er nær og kemur brádliga.“ Ja, hann verður ikki seinkaður. (Zefanias 1:14; Habakkuk 2:3) Jehova fer heilt skjótt at beina fyri ónda heiminum hjá Satani. Og tí mugu vit ávara fólk, áðrenn tað er ov seint, so tey kunnu velja at tæna Jehova.

18. Hví hava møtini so stóran týdning?

18 Jehova vil, at vit skulu tilbiðja hann saman við øðrum. Bíblian sigur: „Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum – og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“ (Hebrearabrævið 10:24, 25) Á møtunum hava vit altso møguleika at gleða og styrkja hvørt annað, og tí mugu vit gera okkara besta fyri at koma á øll møtini.

19. Hvat kann hjálpa okkum at elska okkara vinir í samkomuni?

19 Á møtunum kanst tú fáa góðar vinir, sum hjálpa tær at tæna Jehova. Fólk í samkomuni hava ymiska bakgrund og persónleika, og tey gera sítt besta fyri at gera tað, sum er rætt. Men eins og øll onnur eru tey ófullkomin og gera mistøk. So tá ið tað hendir, mást tú vera til reiðar at fyrigeva teimum. (Les Efesusbrævið 4:32.) Royn altíð at hugsa um teirra góðu síður, tí so fert tú at elska tey, og títt vinalag við Jehova verður enn betri.

TAÐ SANNA LÍVIÐ

20, 21. Hvat er ’hitt sanna lívið’?

20 Jehova vil, at hansara vinir skulu hava tað besta lívið yvirhøvur. Bíblian vísir, at lívið í framtíðini fer at vera heilt øðrvísi, enn tað er í dag.

Jehova vil, at tú skalt fáa tað ’sanna lívið’

21 Í dag liva vit kanska í eini 70-80 ár, men í framtíðini fara vit at liva í allar ævir og hava góða heilsu. Tá fara øll menniskju at vera lukkulig og liva friðarliga saman í einum vøkrum paradísi. Í Bíbliuni verður tað umrøtt sum ’hitt sanna lívið’. Jehova vil, at vit skulu sleppa at uppliva tað, men vit mugu sjálv gera nakað fyri at ’grípa hitt sanna lívið’. – 1. Timoteusarbræv 6:12, 19.

22. (a) Hvussu kunnu vit ’grípa hitt sanna lívið’? (b) Hví hava vit ikki uppiborið ævigt lív?

22 Hvussu kunnu vit ’grípa hitt sanna lívið’? Vit mugu „gera gott“ og „vera rík í góðum verkum“. (1. Timoteusarbræv 6:18) Tað merkir, at vit mugu fylgja tí, sum Bíblian lærir. Men líkamikið hvussu nógv gott vit gera, hava vit ikki uppiborið at fáa ævigt lív. Ævigt lív er ein gáva frá Jehova, ein heilt serlig góðvild, sum hann vísir sínum trúføstu tænarum. (Rómbrævið 5:15) Okkara himmalski faðir vil so fegin geva okkum hesa gávuna.

23. Hví mást tú taka tær røttu avgerðirnar nú?

23 Spyr teg sjálvan: ’Tilbiði eg Gud upp á tann rætta mátan?’ Um tú uppdagar, at tú hevur brúk fyri at broyta okkurt, mást tú gera tað beinanvegin. Tá ið vit líta á Jehova og gera okkara besta fyri at akta hann, verður hann okkara skjól. So hóast tann síðsta tíðin í ónda heiminum hjá Satani er sera baldrut, kunnu vit kenna okkum trygg. Skjótt fer Jehova at uppfylla sítt lyfti um, at vit skulu sleppa at liva um ævir í einum paradísi. Ja, tú kanst fáa tað sanna lívið, um tú tekur tær røttu avgerðirnar nú!