Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SPURNINGUR 5

Hvat kann eg gera, um eg verði happaður í skúlanum?

Hvat kann eg gera, um eg verði happaður í skúlanum?

SVARIÐ HEVUR TÝDNING

Tað, sum tú gert, kann antin gera støðuna betri ella verri.

HVAT HEVÐI GJØRT?

Ímynda tær hesa støðuna: Hanus hevur ikki hug at fara í skúla í dag. Heldur ikki í morgin. Nei, ongantíð aftur. Alt byrjaði fyri trimum mánaðum síðani, tá ið nakrir floksfelagar fóru at spilla hann út og kalla hann. Viðhvørt skumpaði onkur „av óvart“ bøkurnar hjá honum á gólv. Og um fleiri næmingar gingu aftan fyri hann, hendi tað ofta, at ein skumpaði hann, men tá ið Hanus vendi sær á, lótu teir allir sum einki. Í gjár gjørdist happingin uppaftur verri, tí tá fekk Hanus eina hóttan á netinum ...

Hvat hevði tú gjørt, um tú vart Hanus?

STEÐGA Á OG HUGSA TEG UM!

Tað ber til hjá tær at gera nakað! Tú kanst vinna á einum happara uttan at berjast! Hvussu tá?

  • LAT SUM EINKI. Bíblian sigur: „Alt illsinni sítt letur dárin streyma út, men hin vísi heldur vreiðini aftur og stillar hana.“ (Orðtøkini 29:11) Royn at vera so róligur sum møguligt – í hvussu er uttaná – tí so er tað helst ikki so stuttligt at happa teg longur.

  • LAT VERA AT HEVNA TEG. Bíblian sigur: „Lønið ongum ilt fyri ilt!“ (Rómbrævið 12:17) Roynir tú at hevna teg, verður støðan bara verri.

  • ROYN AT SLEPPA TÆR UNDAN. Bíblian sigur: „Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól.“ (Orðtøkini 22:3) Royn alt, tú ert mentur, at sleppa tær undan teimum, sum happa teg, og far ikki har, sum tú kundi blivið happaður.

  • GER OKKURT ÓVÆNTAÐ. Bíblian sigur: „Milt svar stillar bræði [ella: vreiði].“ (Orðtøkini 15:1) Tú kundi enntá roynt við skemti. Sigur onkur til dømis, at tú ert tjúkkur, kanst tú kanska bara yppa øksl og siga: „Ja, men eg flóti væl.“

  • RÝM. „Letur tú sum einki og rýmir, vísir tú, at tú ert búgvin og sterkari enn tann, sum happar teg,“ sigur 19 ára gamla Nora. „Tú vísir, at tú dugir at stýra tær – tað dugir happarin ikki.“ – 2. Timoteusarbræv 2:24.

  • ROYN AT FÁA STØRRI SJÁLVSÁLIT. Happarar duga ofta væl at síggja, hvørji hava lítið sjálvsálit og tí helst ikki eru før fyri at verja seg. Men um teir síggja, at tú ikki leggur í, hvat teir gera ella siga, kann tað vera, at teir halda uppat at happa teg.

  • SIG TAÐ VIÐ ONKRAN. Ein fyrrverandi lærari sigur: „Eg vil mæla øllum, sum verða happað, til at siga tað við ein vaksnan. Tað er tað besta at gera, og tað kann forða fyri, at onnur verða happað.“

Sjálvsálit gevur tær eina styrki, sum happarin ikki hevur