SANGUR NR. 2
Jehova eitur tú
-
1. Tú ert hin sanni Gud,
alt skapti tú við hegni,
gav sólina og regnið
– Jehova eitur tú.
At hoyra til títt fólk,
ta samkomu, tú eigur,
av sonnum er ein heiður,
tí takka vit tær nú.
(NIÐURLAG)
Jehova, Jehova,
bert tú ert sannur Gud,
eingin annar er í himli,
ei heldur her á jørð.
Um títt veldi og tín heiður
fer boð um fjall og fjørð.
Jehova, Jehova,
vit hava ongan annan Gud.
-
2. Tú evnar okkum til
at verða alt, tú krevur,
ja, ævigt vald tú hevur
– Jehova eitur tú.
Sum vitni tíni nevnd
vit bera navnið fegin,
tú vísir okkum vegin,
og heiðurin fært tú.
(NIÐURLAG)
Jehova, Jehova,
bert tú ert sannur Gud,
eingin annar er í himli,
ei heldur her á jørð.
Um títt veldi og tín heiður
fer boð um fjall og fjørð.
Jehova, Jehova,
vit hava ongan annan Gud.
(Les eisini 2. Krøn. 6:14; Slm. 72:19; Es. 42:8.)