SANGUR NR. 3
Tú ert styrkin og vónin, vit líta á
-
1. Gud Jehova, tú gavst vónina,
sum er so dýrabar.
Gævi øll tí góvu gætur
og fingu skjól hjá tær.
Men av lívsins mongu stúranum
so kann lívið skifta dám,
og tann vón, ið skein so fagurt,
í huganum gerst kám.
(NIÐURLAG)
Tú ert styrkin og vónin,
vit líta á,
tú nøktar alt trot, allan tørv.
Tá vit boða um teg,
er tín andi hjá,
og tá kunnu vit vitna djørv.
-
2. Hygg í hjørtuni, Jehova Gud,
minn altíð okkum á,
at vit mangan høvdu løtur,
har tú gavst troyst og ráð.
Tá er lætt at styrkja vónina,
kveikja lív, har kólnað er,
fáa mót at bera navn títt
og prísa tíni gerð.
(NIÐURLAG)
Tú ert styrkin og vónin,
vit líta á,
tú nøktar alt trot, allan tørv.
Tá vit boða um teg,
er tín andi hjá,
og tá kunnu vit vitna djørv.
(Les eisini Slm. 72:13, 14; Orðt. 3:5, 6, 26; Jer. 17:7.)